Fųroya Skipara- og Navigatųrfelag
  FRAMSĶŠA
  Seinasta uppbošssųlan ķ...
  Ósemja um formanssessin...
  Uppbošssųlan į Fiskamar...
  Uppisjóvarskip fekk góš...
  14. september var trišj...
  Broytingar ķ fiskivinnu...
  R7-kringvarp móttųku ķ ...
  Sersįttmįli višvķkjandi...
  Sersįttmįli višvķkjandi...

Nevndarlimir.

LOGO

FSN flagg

Lóg fyri Fųroya Skipara- & Navigatųrfelag

§ 1
Navn og endamįl: Navn felagsins er Fųroya Skipara- og Navigatųrfelag, nišanfyri nevnt FSN.


§ 2
Felagiš er ķbirt til at vera stušul navigatųranna ķ lųnarspurningum og ķ strķši, iš kann koma at vera ķmillum okkara og reišaranna /arbeišsgevara. Umframt til at starvast fyri ųllum, iš kann vera fųroyskari sjóvinnu og vinnulķvi annars til bata.

§ 3
1. Limur kann tann gerast, iš tikiš hevur navigatųrprógv, iš gevur honum heimild til at gerast skipari.
2. Umframt kunnu tey, iš hava virki, iš nakaš ber saman viš navigatųranna, t.d. lošsar, flogskiparar, navigatiónslęrarar, navigatiónsnęmingar, havnafśtar, vitamenn, sżnsfólk v.m gerast limir.
3. Tey, iš hava veriš felagnum til stušul, kunnu, tį nevndin į ašalfundi setir fram uppskot um taš, gerast heišurslimir.

§ 4
Limaskyldur
1. Allir limir eiga at geva seg undir lóg og reglugerš felagsins, umframt lógligar ašalfundar- og nevndarsamtyktir. Gera teir ikki taš, kunnu teir verša koyrdir/ strikašur śr felagnum.
2. Limum er ikki loyvt at mynstra upp į verri sįttmįla enn tann, sum til eina og hvųrja tķš er galdandi fyri limir. Um limur ger móti hesi reglu, skal nevndin ķ stundini gera honum greitt, at hann er koyrdur śr felagnum, og kann hann ikki gerast limur aftur, fyrr enn hann til felagiš hevur rindaš eina bót svarandi til 10% av teirri til eina og hvųrja tķš galdandi mįnašar minstulųn.
3. Bótin fer ķ Hjįlpargrunnin fyri óarbeišsfųrar fiskimenn.

§ 5
Limir hava skyldu til at gera seg kunnigar viš tęr lógir og reglugeršir, sum til eina og hvųrja tķš eru galdandi fyri limirnar. Limir kunnu ikki viš at skjóta seg inn undir ókunnleika til hesar, sleppa sęr undan skyldum ella vinna ręttindi mótvegis FSN.

§ 6 Limagjald
1. Įrsašalfundurin įsetur limagjaldiš fyri:
A: Virknar limir į sįttmįlaųkinum hjį FSN og teir sum eru undir ųšrum avtalašum setanartreytum og sum skulu rinda taš til eina og hvųrja tķš galdandi limagjald av sįttmįlalųnini.
B: Hvķlandi limir, sum starvast į starvsųki har FSN ikki hevur sįttmįla.
Hesir kunna verša viš ķ samlagstryggingini hjį LĶV viš at rinda eitt įrligt limagjald, sum ašalfundurin įsetir, umframt galdandi gjald sum samlagstryggingin kostar pr/md.
C: Hvķlandi limir, hesir eru m.a. pensjónistar, navigatųrar ķ ųšrum stųrvum og teir, sum eru virknir limir ķ śtlendskum felagi.
2. Nevndin hevur rętt til vegna limirnar, at gera avtalu viš avvaršandi lųnśtgjaldara, um at hesin tekur galdandi limagjald/avgjald av lųnini.

§ 7
Ašalfundur
1. Ašalfundurin er hęgsti myndugleiki hjį FSN.
2. Atkvųšurętt hava bert limir, iš hava goldiš limagjald fyri viškomandi įr. Limagjald fyri viškomandi įr fyri hvķlandi limir, veršur at krevja inn ķ mars mįnaši ķgjųgnum sjįlvvirkandi inngjaldsskipan.
3. Skipast skal so fyri at limir, sum eru burtur, mešan vališ fer fram, hava hųvi til at greiša bręvatkvųšu til nevndarval į skrivstovu felagsins. Atkvųšusešlarnir verša upptaldir av grannskošarum felagsins.
4. Nevndin skipar fyri, at atkvųšast kann viš bręvi teir seinastu 3 mįnaširnar framman undan ašalfundinum.
5. Hvųr tann, iš vil hava uppskot sett fram į ašalfundi, eigur minst 1 viku frammanundan at lata nevndini taš upp ķ hendur, so taš kann verša gjųrt teimum felagslimum kunnugt, sum vikuna įšrenn ašalfundin koma ķ hśs felagsins.

§ 8
1. Įrsašalfundurin veršur hildin ķ desember/januar mįnaši.
2. Eykaašalfundur kann verša hildin, tį iš nevndin ella ķ minsta lagi 15 % av virknu limum felagsins skrivliga krevja taš viš tilskilan av mįli, sum ynski er um at višgera į fundinum.
3. Bošaš veršur til ašalfund viš dagsskrį ķ minsta lagi 14 dagar frammanundan, viš lżsing ķ minst einum fųroyskum dagblaši, umframt at lżst veršur ķ śtvarpi dagin fyri og sama dag, sum ašalfundurin veršur hildin.
Um mįl hevur serligan skund kann nevndin avgera, at eykaašalfundur kann lżsast viš 5 daga freist.
4. Dagsskrį į įrsašalfundinum er henda:
a) Val av fundarstjóra
b) Frįsųgn formannsins um virki felagsins ķ farna įri
c) Framlųga og góškenning av grannskošašum roknskapi
d) Val av nevndarlimum
e) Val av grannskošara og tiltaksmanni
f) Įsetan av limagjaldi
g) Ymiskt

5. Ašalfundurin er vištųkufųrur, tį minst 20 limir eru į fundi. Allar avgeršir verša tiknar viš vanligum meiriluta, sķ tó §§ 19 og 20. Um atkvųšurnar standa į jųvnum, er uppskotiš falliš.

§ 9
1. Er įrsašalfundurin ikki vištųkufųrur, veršur lżst til eykaašalfund eftir somu mannagongd sum ķ § 8. Tó kann fundurin tį verša lżstur viš styttri įvaring, um mųttu limirnir til įrsašalfundin samtykkja taš.

§ 10
Nevnd
1. Nevnd felagsins telur 11 limir, sum verša valdir į įrsašalfundi millum limir felagsins fyri tvey įr, tó soleišis, at įvikavist 5 og 6 standa fyri vali į hvųrjum įrsašalfundi.
2. Nevndin skipar seg sjįlv viš formanni og nęstformanni į fyrsta nevndarfundi aftanį įrsašalfundin.
3. Nevndin kann sjįlv seta skrivara.

§ 11
1. Nevndin skipar sjįlv fyri virki sķnum viš teimum treytum, sum henda lóg įsetur.
2. Nevndin įsetur sjįlv samsżning fyri nevndararbeiši.
3. Formašurin ansar eftir, at allir nevndarfundir verša fųrdir ķ geršabók.
Henda skal greitt lżsa allar avgeršir nevndarinnar og skal verša undirskrivaš av hjįstųddu nevndarlimum.
4. Um nevndarlimur hevur forfall, skal hann siga formanninum frį ķ góšari tķš framman undan fundinum.
5. Avgeršir į nevndarfundi verša tiknar viš vanligum meiriluta. Fundurin er vištųkufųrur, tį iš minsta lagi 5 nevndarlimir eru į fundi.
6. Nevndarlimur skal vķkja sęti, tį mįl eru til višgeršar har hann veršur mettur at verša ógegnigur.

§ 12
Felagiš veršur teknaš av formanninum. Viš keypi, sųlu og vešseting av fastari ogn, krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanni og ķ minsta lagi 2 nevndarlimum.

§ 13
Roknskaparįr
1.Roknskaparįr felagsins er frį 1. november til 31. oktober.
2.Roknskapurin skal verša grannskošašur og vįttašur av góškendun grannskošara.

§14
Virki felagsins
1. Allir sįttmįlar, iš felagiš ger, skulu felagsins vegna verša undirskrivašir av formanninum, ella viš skrivligari heimild frį formanninum til ein nevndarlim ķ nevndini hjį FSN
2. Ķ serstųkum fųrum kann nevndin gera av, at spurningar til avgeršir verša lagdir fyri įrsašalfundin ella eykaašalfund.
3. Limir felagsins hava skyldu til at geva seg undir teir sįttmįlar, sum FSN ger.

§ 15
Limir felagsins hava skyldu til at flżggja nevndini taš hagfrųšiliga tilfar, sum henni nżtist fyri at śtinna virki felagsins.

§ 16
1. Limir felagsins fįa ókeypis lųgfrųšiliga hjįlp ķ trupulleikum arbeišsvišurskiftum višvķkjandi, sum taka seg upp, aftan į at viškomandi er voršin virkin limur.
2. Virkin limur er tann sum nevndur er ķ grein 6, stk. 1 pkt A.

3. Fyri limir sum eru nevndir er ķ grein 6, stk. 1 pkt B og C kann FSN įtaka sęr sakarfųršslu móti, at viškomandi rindar mųguligan sakarkostnaš.

§ 17
Į įrsašalfundi kann verša samtykt fyri felagslimirnar at stovna serstakar peningagrunnar, t.d. sjśkrastudningsgrunn og einkjugrunn.
Fyri slķkar grunnar eiga at vera samtyktar serligar skipanir, og skal nevndin standa felagnum til svars fyri hesar grunnar.
Um formašurin ella nevndarlimir fįa ov nógv arbeiši av hesum grunnum, kann į ašalfundi verša samtykt at veita teimum eina hóskandi samsżning ķ peningi.

§ 18
Um rakstur felagsins gevur avlop, so skal nevndin tryggja, at peningurin veršur umsitin į fulltryggan hįtt, sum gevur stųrst mųguligt avkast, alt til frama fyri FSN og limir tess.

§ 19
Lógarbroyting
1. Lógarbroyting kann verša samtykt į įrsašalfundi, tį uppskotiš til lógarbroyting er lżst sum mįl į skrįnni.
2. Til at samtykkja avgeršir um broyting av lógum felagsins krevst, at uppskot hevur fingiš ķ minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvųšunum.
3. Er įrsašalfundurin ikki vištųkufųrur, veršur bošaš til eykaašalfundar.
Į hesum fundi kunnu broytingar verša samtyktar viš vanligum atkvųšumeiriluta.

§ 20
Avtųka av felagnum
1. FSN kann bert verša avtikiš, um avgerš veršur tikin um hetta į eykaašalfundi, har avtųka er einasta mįl į dagsskrįnni.
2. Til at samtykkja tķlķkt uppskot krevst, at ķ minsta lagi ¾ av greiddu atkvųšunum eru fyri uppskotinum, og at ķ minsta lagi helmingurin av limum felagsins eru į fundinum.
3. Er fundurin ikki vištųkufųrur, veršur bošaš til nżggjan eykaašalfund.
Uppskotiš er tį samtykt, um ¾ av teimum mųttu atkvųša fyri, sama hvussu nógvir mųta.

Tórshavn, tann 28. desember 2016. Dagfųrd 28. desember 2016.




ATKVŲŠUGREIŠSLA
Tekur tś undir viš uppskotinum um nżggja fiskivinnuskipan
Ja
Nei


Vķs atkvųšuśrslit




Fųroya Skipara- og Navigatųrfelag

Smęrugųta 9a
FO 110 Tórshavn

tlf. 31 69 73
fax. 31 85 16
teldupostur: fsn@fsn.fo

Formašurin: annfinnur@fsn.fo fartelefon: 216973


Far til undanfarnu síðu Prenta hesa sķšu Heim: http://www.fsn.fo Send okkum teldupost Far upp á ovastu reglu
Fųroya Skipara- og Navigatųrfelag.
x