|
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Jekaragøta 10
Postsmoga 248
FO 100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: 31 69 73
Fax. 31 85 16
Teldupostur: fsn@fsn.fo
|
|
|
|
Samlagstrygging |
| |
Samlagstrygging galdandi fyri virknar limir felagsins
Heinta faldara í PDF: Les meira . . .
Tryggingin fevnir um limir í Føroya Skipara– og Navigatørfelag,
Maskinmeistarafelagnum og Føroya Motorpassarafelag.
Tryggingarupphæddir: Galdandi frá 1. januar 2009
Tryggingin er galdandi til limur er 67 ár.
Um limur doyr: kr. 700.000,-
Høvuðsupphæddin lækkar frá 50-ára aldri við kr 25.000
hvørt ár til upphæddin er kr. 300.000
Um hjúnafelagi/sambúgvi doyr: Hálv høvuðsupphædd
Um limur fær hættisliga sjúku: kr. 100.000,-
Um barn hjá limi fær hættisliga sjúku: kr. 50.000,-
Hvør er tryggjaður?
Tryggjaðir eru virknir limir í Føroya Skipara- og Navigatørfelag,
Maskinmeistarafelagnum og Motorpassarafelagnum og hjúnaðarfelagar hjá limi ella
sambúgvi, um hesi hava búð saman í 2 ár ella meira.
Innliman
Tryggingin við deyða tekur við, tá ið limur verður settur í starv ella mynstrar.
Trygging við Hættisliga sjúku tekur í fyrsta lagi við ein mánað eftir at limurin
er komin í starv ella mynstrar.
Um limur, av sjúku ella vanlukku, missur arbeiðsføri til 1/3 ella lægri, heldur
limur fram í tryggingini, gjaldsfrítt, í upp til 3 ár.
Útgjald
Samlagstryggingi gevur útgjald av upphædd við deyða og Hættisliga sjúku.
Samlagstryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð, annars sambært
tryggingartreytum.
Tryggingarhæddin við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan so, at
onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
Næsti avvarðandi er í fyrsta lagi hjúnafelagi. Um ongin hjúnafelagi er, verður
útgoldið til børn (lívsarvingar). Eru ongir lívsarvingar, verður útgoldið
sambært arvalógini.
Ynskist tryggingarhæddin útgoldin til onnur enn næsta avvarðandi t.d. sambúgva,
skal hetta fráboðast skrivliga til LÍV. Sí annars heimasíðuna www.liv.fo, undir
tryggingar, samlagstrygging.
Tryggingarupphæddin við Hættisliga sjúku og um hjúnaðarfelagi doyr, verður
útgoldin til limin.
Hættislig sjúka
Samlagstryggingin fevnir frá eisini um Hættisliga sjúku, ið veitir útgjald, um
ein av nevndu sjúkum verður staðfest.
· Illkynjaða krabbameinssjúku
· Blóðtøpp í hjartanum
· "Bypass"-skurðviðgerð - Ballónvíðkan
· Hjartaloku skurðviðgerð
· Heilabløðing/slag
· Bjølgar á lívæðrum í heilanum,
· Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu
· Disseminerað sklerosa
· ALS (amyotrofisk lateralsklerosa)
· Vøddasvinn
· HIV-ígerð, av blóðgávu ella arbeiðstreytaðari smittu
· AIDS (eyðkvæmi)
· Nýrasvignan
· Størri vevnaðarflutningur
· Miss av sjónini
· Miss av hoyrnini
· Creutzfeldt-Jacob sjúka
· Parkinsons sjúka - Paralysis agitans
Tryggingartreytirnar áseta neyvari reglur – tær kunnu heintast á www.liv.fo
undir tryggingar - samlagstrygging.
Doyr limur innan 3 mánaðir frá tí, at Hættisliga sjúkan er staðfest, verður
útgjaldið mótroknað í útgjaldinum við deyða.
Um so er, at ein av omanfyri nevndu sjúkum er staðfest áðrenn innliman í
tryggingina, verður endurgjald ikki veitt, um sama sjúka rakar av nýggjum. Limur
missir ratt til fleiri útgjold fyri Hættisliga sjúku, tá útgjald einaferð er
farið fram.
Sjúka má fráboðast innan 2 ár eftir at sjúka er staðfest, tí krøv um endurgjald
fyrnast.
Er illkynja krabbamein staðfest áðrenn innliman í tryggingina, er eingin
fullnaður fyri krabbamein, uttan mun til, hvat slag av krabbameini rakar av
nýggjum. Tó so, at um tað frammanundan er staðfest í mesta lagi ein illkynja
krabbameinssjúka, um sjúkuviðger av hesari sjúku er endað fyri meiri enn 7 árum
síðani, er ein nýggj krabbameinssjúka tó fevnd av tryggingini, treytað av at
einki afturfall hevur verið í nevnda tíðarskeiði.
Tryggingin fevnir eisini um Hættisliga sjúku fyri børn hjá liminum.
Tryggingarupphæddin verður útgoldin, um so er, at barn fær staðfest eina av
niðan-fyri nevndu sjúkum.
· Illkynjaðar krabbameinssjúkur
· Menigitis
· Nýrasvignan
· Miss av sjónini
· Miss av hoyrnini
· HIV-ígerð, av blóðflutningi
· AIDS
Hetta er galdandi fyri børn í aldrinum 6 mánaðir til 18 ár. Fyri miss av sjónini
og/ella miss av hoyrnini, er tó galdandi, at barnið skal vera 2 ár ella eldri,
tá ið hetta verður staðfest.
Tryggingin fevnir um hesi børn:
· Biologisk børn
· Ættleidd børn
· Fosturbørn, treytað av, at hesi eru skrásett at búgva á sama bústaði sum
limurin
Hevur eitt barn fingið staðfest eina Hættisliga sjúku, áðrenn innliman í
tryggingina, er henda sjúka ikki fevnd av tryggingini. Verður
tryggingarupphæddin útgoldin, fellur tryggingin av viðkomandi barni burtur.
Gjald:
Tryggingargjaldið er við gildi frá 1. september 2011 kr. 350,- um mánaðin.
Fyri sjófólk kann gjaldast kr. 27 fyri hvønn mynstraðan dag.
Gjaldið skal rindast saman við eftirlønargjaldinum.
Gjaldið skal ikki roknast sum skattskyldug inntøka á lønarseðlinum. Við
ársskiftið fráboðar LÍV til TAKS, um at tryggingargjaldið skal roknast sum
skattskyldug inntøka.
Gjaldið skal flytast á kontu 6460-180.702.3 í BankNordik.
Framhaldstrygging
Tá ið limur fer úr samlagstryggingini, hevur hann rætt til at tekna
framhaldstrygging, ið er persónlig trygging við somu upphædd, sum var galdandi
fyri samlagstryggingina, uttan at lata heilsuváttan.
Framhaldstrygging skal teknast áðrenn 2 mánaðir aftaná, at limurin er farin úr
samlagstryggingini. Gjaldið er ikki tað sama sum í samlagstryggingini, men ásett
fyri tann einstaka. Hjúnafelagi kann ikki tekna framhaldstrygging. Avtala kann
gerast um framhaldandi vanlukkutrygging.
Leiðbeining
Ynskist nærri leiðbeining ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV ella
Føroya Skipara og Navigatørfelag.
FØROYA LÍVSTRYGGING
Tlf. 31 11 11
FØROYA SKIPARA OG NAVIGATØRFELAG
Tlf. 31 69 73
|
|
|
HALD AV TÍÐINDABRÆVI |
Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag:
Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.
|
|
|
|
|