|
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Jekaragøta 10
Postsmoga 248
FO 100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: 31 69 73
Fax. 31 85 16
Teldupostur: fsn@fsn.fo
|
|
|
|
Eftirløn |
| |
| Sáttmálapartar: |
Eftirlønargjøld: |
Fíggjarmálaráðið:
Magnus Heinason og Strandfaraskip Landsins |
01.10.2008: 6% 01.10.2009: 7% |
| Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya: |
01.10.2008: 7,5%
01.10.2009: 8,5% |
| Reiðarafelagið fyri farmaskip: |
01.03.2009: 7%
01.03.2010: 8% |
| RFF: Smærri skip í
frálandavinnuni (daglønt): |
01.03.2009: 5% |
| Føroya Reiðarafelag: |
kr. 35,- pr. dag
+ 4% av hýruni. |
Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur avtalu við tryggingarfelagið LÍV og Betri Pensión.
Felagið tekur ikki støðu til, hvat pensiónsfelag hevur tað besta tilboðið. Hetta kemst av, at bæði produktini ikki kunnu samanberast.
Limir sum ynskja at flyta tryggingina til Betri Pensión skulu sjálvir venda sær til Betri Pensión.
Tey upprætta so eitt tryggingarnummar, sum skal brúkast til inngjøldini, tá inngjøldini verða flutt.
Heinta faldara í PDF um avtaluna við Betri Pensión
Teir sum ynskja at halda áfram hjá LÍV skulu einki gera.
Viðvíkjandi tryggingaravtaluni við LÍV er hetta galdandi:
Tryggingargjaldið fer til eina felags samlagstrygging, og við gildi frá 1.
januar 2009 er gjaldið ásett til tað, ið svarar til kr. 290 um mánaðin. Hetta
gjaldið skal rindast saman við eftirlønargjaldinum, og á lønarseðlinum skal
hetta gjaldið ikki roknast uppi í skattskyldugu inntøkuni – eins og
eftirlønargjaldið. Við ársskiftið fráboðar LÍV til TAKS, um at tryggingargjaldið
skal roknast sum skattskyldug inntøka.
Um limur ikki er fevndur av eftirløn hjá LÍV – t.d. tí viðkomandi siglir við
útlendskum skipi - skal gjaldið til samlagstrygging rindast av skattaðum
peningi, eins og higartil.
Eftirlønargjaldið fer til eftirlønartrygging, og gjaldið er ásett í sáttmálanum
– sí vegleiðing niðast á síðuni. Á lønarseðlinum skal eftirlønargjaldið ikki
roknast uppi í skattskyldugu inntøkuni.
Upplýsingar í samband við inngjalding skulu verða, at talan er um ávikavist
tryggingar- ella eftirlønargjald, og hvat felag, ið talan er um. Harafturat skal
upplýsast navn, P-tal, búðstaður hjá viðkomandi og tíðarskeiðið, ið goldið
verður fyri. Tá starvsfólkið hevur fingið tryggingar-nr. skal hetta skrivast á
flytingina.
Best er at flyting verður gjørd fyri hvønn persón sær, og nevndu upplýsingar
verða skrivaðar á flytingina. Um talan er um flytingar fyri fleiri enn 10
persónar, kann flytingin gerast samlað, og nevndu upplýsingar sendast sum listi
til: bokhald@liv.fo ella á fax 351110.
Limir, ið ikki eru starvsettir eftir einum sáttmála hjá nevndu feløgum og hava
føroyskan arbeiðsgevara, ella av øðrum orsøkum ikki koma undir vanligu
skipanina, kunnu, eftir avtalu við avvarandi felag, sjálvir rinda
tryggingargjaldið inn á nevndu kontu og við somu upplýsingum.
Upplýsingar um tryggingar- og eftirlønarviðurskiftir kunnu fáast við at
ringja til LÍV á tlf. 311111.
|
|
|
|
HALD AV TÍÐINDABRÆVI |
Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag:
Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.
|
|
|
|
|