Samgongan hevur í mánaðir stríðst við at fáa snikkað til eitt uppskot til nýggja fiskivinnunkipan.
Og nú uppskotið skuldi latast løgtingsumsitingini í seinasta lagi 16. mai, var tað í síðstu løtu at uppskotið var handað umsitingini´hjá Løgtinginum.
Høgni Hoydal hevur boðað frá, at uppskotið, sum nú er latið løgtingsskrivstovuni er í tráð við semjuna, sum samgongan gjørdi innanhýsis fyri 2-3 vikum síðani.
Um alt gongur sum ætlað verður uppskotið alment og lagt fyri Løgtingið fríggjadagin 19. mai 2017.