Føroya Skipara- og Navigatørfelag
  FRAMSÍÐA
  Gadus fullfermdur á Kla...
  Afturlatna uppboðssølan
  Skjalprógv áðrenn uppbo...
  Føroyar maritimur tilfe...
  6 skipsatstøðarar lokið...
  12 skiparaprógv handað ...
  Fiskidagatalið óbroytt
  Grovir og týðandi málsv...
  43 prógv handað á Vinnu...

Nevndarlimir.

LOGO

FSN flagg

10-06-2017

Brot úr søgu felagsins: Viðurskifti ímillum Føroyar og Danmark


Á sumri 1932 hendi ein vanlukka í Grønlandi, sum fekk sera álvarsamar fylgjur fyri viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar.

Trupulleikarnir taka seg upp, tá tvøroyrarsluppin ”Skarstein” sakk undir Grønlandi, manningin var øll bjarga, og tí átti hetta ikki at skapt nakra gølu í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Tað eigur kortini at vera nevnt, at føroyingar frammanundan vóru ónøgdir við teir møguleikar, sum danskir myndugleikar í Grønlandi vildu loyva føroyingum.

Talan var eisini um, at danskir myndugleikar í Grønlandi høvdu verið rættiliga harðligir ímóti fleiri føroyskum skipum undir Grønlandi.

Hesir trupulleikar høvdu við sær, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevði fund um málið, og í september 1932 samtykti nevnd felagsins, at felagið skuldi venda sær til skiparar, sum høvdu havt trupulleikar undir Grønlandi, og saman við teimum savna ítøkiligar frágreiðingar um tær hendingar, sum talan var um.

Um hendingar, sum felagið hevði frætt um, vístu seg at vera sannar, so ætlaði felagið at senda løgtinginum kæru.
Hetta hevði við sær, at Kristiani Djurhuus, sýslumanður á Tvøroyri, skipaði fyri drúgvari avhoyring av manningini á Skarstein, sum var farin á land undir Grønlandi, og manningin tí mátti fara av skipinum.
Tá fekk manningin á Skarstein samband við grønlendingar, sum bjargaðu teimum og sigldu teir til Godthåb.

Her kann skoytast uppí, at skaldið Poul F. Joensen skrivaði - fyri ein av manningini – drúgva grein í føroysku bløðunum.

Høvuðsspurningurin gjørdist nú um landfútin í Grønlandi - eftir bjargingina - hevði nýtt harðskap móti einum ella tveimum monnum umborð á Skarstein, tá hann tíðliga ein morgun purraði teir út í Godthåb og vildi hava teir at fara við báti til Føroyingahavnina, so teir kundu fara heim við einum føroyskum skipi.

Skiparin legði ikki so stóran dent á hendingarnar, sum summir av manningini, og málið endaði við avhoyringum, sum vóru lagdar fram sum skjal í løgtingstíðindum. Í sama viðfangið varð sagt frá øðrum skipara, sum var rikin frá landi upp undir ódnarveður, hóast hann staðiliga bað um at sleppa at kroka í Holsteinsborg.

Adressa til Keypmannahavnar
Skipara- og Navigatørfelagið vendi sær nú til løgtingið um viðurskiftini í Grønlandi, og stutt eftir var nevndin saman og umrøddi at senda umsókn til ríkisstýrið um at geva føroyingum frítt loyvi at fiska innanfyri mark við grønlendsku strondina.



18. oktober 1932 spurdi felagið Fiskimannafelagið um feløgini ikki í felag skuldu heita á allar føroyskar fiskimenn og skiparar um at skriva undir umsókn at senda ríkisstýrinum um at geva føroyingum frítt loyvi at fiska innanfyri mark við grønlendsku strondina.
Fiskimannafelagið tók - alt fyri eitt – undir við uppskotinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum.

Áheitanin sum skuldi undirskrivast var stílað “Til Regeringen” og orða sum “en indtrængende anmodning” um, at galdandi fiskirættindi undir Vesturgrønlandi vórðu víðka soleiðis, at føroysk fiskiskip fingu loyvi til at fiska allastaðni í grønlendskum sjógvi.


Nevnt var, at seinastu trý árini høvdu í miðal 60 føroysk skip fiskað undir Grønlandi við 1500 monnum. Orsøkin, at so mong skip høvdu siglt 1600 fjórðingar á hesar fiskileiðir, var fyri ein part, at menn bjóðaðu ikki til at rógva út undir Føroyum, tí útlendskir trolarar høvdu oytt grunnarnar.

Ein onnur grund var, at fiskiskapurin á Norðurlandinum og Eysturlandinum, eisini fyri ein part var miseydnaður. Nú vóru skipini komin heim úr Grønlandi við yvirhøvur verri úrsliti enn árini undan. Høvuðsgrundin var strongu reglurnar í Grønlandi.
Skipara- og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið hildu ikki, at tað fór at gera nakran mun fyri fiskastovnin undir Grønlandi, um føroyingar fingu loyvið, sum teir bóðu um.

“Når man betænkar, hvor stort havområde er, som ligger inden for den nugældende fredningsbestemmelsesbegrænse, når det være indlysende, at færingernes fangsmetode (håndfiskeri) ikke kan have nogen som helst indvirkning på fiskebestanden, så meget destro mere som det videnskabeligt er bevist, at fisken vandrer mellem Grønland- og Islandsbankerne.

Millioner af tosk kommer til og går fra de grønlandsske for til sidst at dø af alderdom.

Hvad angår hensynet til den grøndske befolkning, så er det ikke nødvendigt for færingers vedkommende at komme i berøring med denne”.
Feløgini nevndu, at tað var ikki til stuttleika ella at savna saman pening, at menn hildu hesa longu leið hvørt summar, tí vanliga úrtøkan ein grønlandstúr var ikki meir enn 4-500 krónur.

“Vi har ingen andre steder at søge hen med de fangstskibe vi er i besiddelse af, og at få vort fiskeri omlagt ved fornyelse af fiskerflåden vil tage meget lang tid og kræver så stor kreditydelse, at vi ikke tror på, at dette sker i nær fremtid”.










ATKVØÐUGREIÐSLA
Tekur tú undir við uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan
Ja
Nei


Vís atkvøðuúrslit




Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Smærugøta 9a
FO 110 Tórshavn

tlf. 31 69 73
fax. 31 85 16
teldupostur: fsn@fsn.fo

Formaðurin: annfinnur@fsn.fo fartelefon: 216973