|
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Jekaragøta 10
Postsmoga 248
FO 100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: 31 69 73
Fax. 31 85 16
Teldupostur: fsn@fsn.fo
|
|
|
|
26-03-2010
Farmaskipið Crystal Ice
Í hesi vikuni eru ikki færri enn tvey skip komin til landið, sum feløg í Gøtu eiga.
Nýbygningurin Tróndur í Gøtu hjá Varðanum kom mikudagin, og hósdagin kom farmaskipið Crystal Ice fyrstu ferð til Føroya undir nýggjum eigarum, sum er felagið Crystal Sea í Gøtu.
Teir, sum eiga skipið, eru feðgarnir Heri og Tórhallur Thomsen. Frystifarmaskipið er gamal kenningur í Føroyum. Hetta er fyrrverandi Star Scandia, sum er smíðað í Noregi í 1987. Hósdagin kom skipið so fyri fyrstu ferð til Føroya undir nýggjum eigarum - og nýggjum navni.
Crystal Ice var inni á Gøtuvík og heilsaði gøtufólki, áðrenn skipið fór til Klaksvíkar at lasta frystivørur hjá Norðborg.
Ætlandi fór Crystal Ice, sum serliga siglir í Noregi og til Baltisku londini, úr Føroyum aftur frígghadagin.
Skipið er 63 metrar langt, 11 metrar breitt, og tað lastar umleið 900 tons.
Tórhallur Thomsen, sum er reiðari hjá Crystal Sea, sigur, at seks mans eru við skipinum. Yvirmenninir, sum eru tríggir í tali, eru føroyingar, meðan hinir tríggir av manningini eru litavar.
|
|
|
|
HALD AV TÍÐINDABRÆVI |
Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag:
Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.
|
|
|
|
|