Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Jekaragøta 10
Postsmoga 248
FO 100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: 31 69 73
Fax. 31 85 16
Teldupostur: fsn@fsn.fo


FORMAÐURIN:

Eyðstein Djurhuus
Telefon: 31 69 73
Fart: 21 69 73
Heima: 31 85 20
eydstein@fsn.fo

Hagtøl: Les meira ...



web counter
27-05-2010

At stuðla ella ikki stuðla


Nú er aftur nógv orðaskifti, um tað er rætt at stuðla okkara fiskivinnu ella ikki. Fyri okkara limir eru tað inntøkutrygdin og sjómannafrádrátturin, sum hava týdning. Okkara løgmaður hevur sagt, at hetta eru stukturellir skeivleikar, sum forða fyri einari lønsamari vinnu. Eisini eru uppskot frammi um, at áleggja tilfeingisgjald, eykaskatt og oljuavgjald á okkara hart kroysta fiskiskipaflota. Higartil er onki komið fram um, hvussu hesi átøk skulu gagna vinnuni.
Vit eru ikki vitandi um nakra vinnu ella samfelag, sum er komið fyri seg við at áleggja eyka byrðar og skattir.

Inntøkutrygdin verður ásett út frá tímalønini hjá arbeiðarum og verður bert latin fyri tíðina ein er umborð. So tað má verða øllum greitt at ongin verður ríkur av minstuløn. Skipsyvirmenn fáa ikki hægri inntøkutrygd enn dekkarar.

Samfelagið hevur eisini áhuga í, at varðveita ein fjøltáttaðan fiskiskipaflota og eina javna rávørutilgongd til føroysku fiskavirkini. Ein tanki hevur verið at reiðarin skal gjalda inntøkutrygdina. Trupulleikin við hesum er bert, at tað er júst tann veikasti parturin av flotanum, sum hevur størsta tørvin á inntøkutrygdini, nú fiskiskapur og fiskaprísur er á so løgum støði.

Nýtslan til inntøkutrygd var meir enn 40 mill í 2009. Fleiri siga hetta vera eitt stórt problem fyri landskassan. Men hetta er bert eitt symptom uppá eitt nógv størri problem, nevniliga tað stóru katastofu, sum stórur partur av okkara flota hevur verið fyri. Línuskipini klára ikki fleiri ár sum 2009. Útgjaldið til minstuløn og dagstudning, fer at minka heilt av sær sjálvum. Annaðhvørt við, at avreiðingarvirði hækkar ella við, at skipini gevast - Sjómanna frádrátturin hevur nú virkað í nøkur ár, hann er gamaní lækkaður tvær ferðir. Men hann er framvegis 14 % av í mesta lagi 470 tús.

Øll okkara grannalond hava serstaka skattaskipan fyri sjómenn og fiskimenn. Vit hava ikki frætt um, at hesar skulu avtakast ella lækkast. Heldur hoyra vit um, at neyðugt er at økja um áhugan fyri sjóvinnu, millum annað við serligum skattaskipanum.
Ì FAS skipanini verða sjómenn nú skattaðir við 35 % flatrate, DIS netto inntøkur verða ikki skattaðar. Sjómenn sum sigla við millum øðrum norskum skipum verða skattaðir eftir § 25 B í skattalógini, har skatturin er umleið 30 %. Tí kann tað virka eitt sindur meiningsleyst at bert teir, sum eru við fiskiskipum, nú skulu missa sína serskipan. Hetta er tann serskipanin, sum gevur minst í skattalætta, og gevur mest til tær lægru lønirnar.

Ein av grundgevingunum fyri sjómansfrádráttinum var at forða fyri fráflyting. Tað er onki sum forðar fyri, at føroyingar búsitandi í útlondum, kunnu sigla við føroyskum fiskiskipum. Vit mugu skipa so fyri, at tað loysir seg, at búgva her á landi, meðan ein siglir við okkara skipum. Ein avtøka av sjómansfrádráttinum kann lættliga gerast ein útreiðsla, heldur enn inntøka fyri landið.

Flestu politikarar siga seg, at vera ímóti vinnustudningi. Men um vit hyggja eitt sindur nærri uppá tingini so er veruleikin ein annar. Í Ólavsøkupakkanum verður skotið upp, at allur peningurin sum liggur í Húslánsgrunninum skal brúkast til bílig lán til bjálving og umbyggingar av sethúsum. Er hetta ikki stuðul til byggivinnuna ?.
Íverksetan og vinnuframatiltøk fáa alsamt meira stuðul av øllum handa slagi.
Tá talan er um gransking, so er onki óført hvussu væl teir vilja stuðla. Nei, teir hava onki ímóti studningi, hann skal bara latast aðrar vegir.

Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið
Eyðstein Djurhuus









HALD AV TÍÐINDABRÆVI

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag:

  

Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.

ATKVØÐUGREIÐSLA


Hvat heldur tú?
Er tú nøgdur við MIÐ & MAGN
JA:
NEI:


Vís atkvøðuúrslit



NÝGGJASTU TÍÐINDINI


Útbúgvingarnar mugu dagførast
Ágangurin á Føroyingar er st...
Føroyska flaggið verður ikki...
Yngul- og ætikanningar hjá H...
Ávegis makrelkvota í føroysk...

  INNIHALDSYVIRLIT
Far til undanfarnu síðu Prenta hesa síðu Heim: http://www.fsn.fo Send okkum teldupost Far upp á ovastu reglu
Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
x