|
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Jekaragøta 10
Postsmoga 248
FO 100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: 31 69 73
Fax. 31 85 16
Teldupostur: fsn@fsn.fo
|
|
|
|
07-07-2010
Ávegis makrelkvota í føroyskum sjógvi
Føroysk skip kunna nú fiska góð 14.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Tað er umráðandi at føroysk skip sum skjótast kunnu koma í gongd við at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Eg havi tískil gjørt av at luta hesi 14.000 tonsini út nú, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í 2010 verður endalig støða tikin til seinni. Kvotan verður í høvuðsheitum latin nótaskipunum, men eisini ídnaðarskipini og onnur fiskifør, sum frammanundan hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, fáa møguleika at fiska. Býtið millum skipabólkarnar verður soleiðis: Nótaskip: 11.335 tons; ídnaðarskip: 1.300 tons; onnur: 1.300 tons.
|
|
|
|
HALD AV TÍÐINDABRÆVI |
Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag:
Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.
|
|
|
|
|