Tíðindi

Próvhandan og gávur til navigatørar og maskinmeistarar

24 jun 2021

PRÓGV: Í dag fór próvhandan fram á Vinnuháskúlanum í Havn, har 4 skiparar, 15 skipsførarar og 7 maskinmeistarar fingu handað prógv. Ikki allir kundu vera til staðar, men sita í sóttarhaldi, tí skúlin hevur verið raktur av koronu. Sum siðvenja er, handaði formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag næmingi við besta próvtali ein sektant í gávu. Í ár gjørdist tað til tveir sekstantar, tí tveir næmingar lógu ájavnir hvørjum øðrum við besta próvtali.

Skráin fyri hátíðardagin á Vinnuháskúlanum, har nýggju skipararnir, skipsførararnir og maskinmeistararnir fingu handað prógv, var, at fyrst varð “Føroyar, tá sólin” sungin sum felagssangur. Síðani bjóðaði Símun Poulsen, stjóri á skúlanum, væl komin og flutti fram røðu. Eftir hetta framførdi Hallur Joensen saman við sínum tónleikarum tríggjar sangir, og síðani vórðu prógvini handaði og gávur latnar næmingunum við bestu próvttølunum.

Millum tey, sum handaðu gávur og helt røðu, var Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Í røðu síni segði hann millum annað:

“Hjartaliga til lukku tit øll við tykkara stóra avriki í dag. Eftir nógv baks við konronu, er dagurin komin, har tit hava fingið prógvini handaði og sita nú við eini góðari kenslu. Eg gleðist um at síggja, at vit enn einaferð hava eina kvinnu millum tykkum, sum hava fingið prógv. og hava ætlanir um at koma á hægstu rók, sum tað lóggevandi og útinnandi valdið umborð á einum skipi. Tað er ikki nøkur einføld uppgáva at hava leiðsluna umborð.

Hetta at seta seg í respekt og verða virdur, krevur sín persón. So góðu tit, ansið væl eftir, blívið ikki hástór, men møtið tí einstaka umborð í eygnahædd og verið eyðmjúk. Minnist til, at sum menniskju eru vit so ymisk.

Vit hava mangan hoyrt hetta við líka løn fyri líka arbeiði. Sjálvur minnist eg, tá munur var á lønarviðurskiftunum millum mann og kvinnur, har eitt nú mamma mín fekk lægri løn enn pápi mín fyri sama arbeiði.

Hetta lótu kvinnurnar sær tíbetur ikki lynda, men fóru til verka og kravdu sín rætt. Tær vunnu stríðið, og í dag hugsa vit ikki annað um hetta, enn at tað er tað einasta rætt, at kvinnan hevur somu rættindi og fær somu løn, sum ein maður.

Eitt annað dømið snýr seg um kvinnur á ting, og í dag eru tær ikki so fáar í bæði Løgtingi og landsstýri, eins og í kommupolitikki.

Sjálvur gekk eg í barnaskúlanum í Vestmanna, har ein av floksfeløgum mínum, Ingerð Klein Olsen, í dag er kapteinur umborð á stóra cruiseskipinum, Queen Elisabeth.

Eg vil enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari á tykkara leið. Somuleiðis vil eg siga tykkum, at tit altíð eru væl komin inn á gólvið hjá okkum uppi í felagshúsinum til eitt prát ella bara ein kaffimunn. Vit eru sjálvandi ógvuliga errin av tykkum og vóna at síggja tykkum haruppi,” endaði Annfinnur Garðalíð røðu sína á Vinnuháskúlanum.

Tiltakið við próvhandan endaði við, at øll saman sungu tjóðsangin.

Á myndini ovast handar formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur í Garðalíð, Ega Kárason Djurhuus, gávu frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum siðvenja er, er ein sekstantur. Av tí, at hann eisini áður hevur fingið ein sekstant, handaði hann einum av lærarum sínum, Andrew Christiansen, sekstantin, tí hann undirvísir í hesum, men eigur ongan sjálvan. Andrew sæst við gávuni á næstu myndini niðast. Á fjórðu myndini handar Annfinnur í Garðalíð pápa Tummas Jóhan í Djónastovu, sum eisini varð heiðraður við einum sekstanti fyri sítt avrik. Hann situr í sóttarhaldi og kundi tí ikki sjálvur taka ímóti gávuni. 


Myndarøð
1 jul 2021
Fiskiskip mugu sleppa at landa uttanlands
24 jun 2021
Próvhandan og gávur til navigatørar og maskinmeistarar
8 jun 2021
Lands­stýrið sær burtur frá veruleika­num og lýpur feløg um
1 jun 2021
Nýggj heimasíða um sjóvinnu
29 apr 2021
Vit kenna ikki fiskaprísirnar
16 apr 2021
Sjómaðu­rin skal haldast uttan fyri tilfeingisgjald
24 mar 2021
Sjómenn eiga skjótast at fáa tilboð um koppseting
23 mar 2021
Vanvirðis­lig viðferð av manningum