Tíðindi

Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður í FSN

28 des 2021

Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, hevur í dag havt aðalfund, har formaðurin seinastu sjey árini, Annfinnur Garðalíð, varð afturvaldur at standa á odda fyri felagnum komandi árið. Ein nevndarlimur segði seg frá, og í hansara stað er Finnbogi Berg nývaldur.

Sum siður er, hava manningarfeløgini aloftast aðalfund millum jóla og nýggjárs, tí tá eru flestu limirnir heima í jólafrí. Hetta er eisini galdandi fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum í dag hevur havt aðalfund á Hotel Garden Inn í Havn.

Formaðurin verður ikki valdur á sjálvum aðalfundinum, men verður valdur av nevndini. Á nevndarfundinum beint eftir aðalfundin varð sitandi formaður, Annfinnur Garðalíð, afturvaldur sum formaður fyri komandi árið. Hann fer sostatt undir sítt áttanda ár sum formaður fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Somuleiðis var Elias Zachariasen afturvaldur sum næstformaður í felagnum. Eins og formaðurin varð hann eisini valdur sum næstformaður í 2014. 

Hinir í nevndini eru Kristen Friis, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe, Niels Jørgen Nielsen, Anfinn Fagraklett, Jóhan Eli L. Poulsen, Jón Bogi Guttesen, Kristian Oskar Henriksen og Finnbogi Berg. Síðstnevndi er nývaldur og er komin í nevndina fyri Leiv Christiansen, ið ikki ynskti at stilla uppaftur.

Á myndini síggjast frá vinstru Annfinnur Garðalíð, formaður, Jón Bogi Guttesen, Niels Jørgen Nielsen, Anfinn Fagraklett, Finnbogi Berg, Jóhan Eli L. Poulsen, Kristen Friis, Jákup Gøthe, nevndarlimir, Elias Zachariasen, næstformaður, og Jørgen Nielsen, nevndarlimur. Kristian Oskar Henriksen, nevndarlimur, vantar á myndini.


5 apr 2024
Her kanst tú rita inn á MÍTT LÍV
28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi