Tíðindi

Ellintur M Abrahamsen

8 jul 2019

Ellintur M Abrahamsen siglir sína síðstu vakt við Tjaldrinum.

- Ja, eg sigli nú mína síðstu vakt umborð á Tjaldrinum. Tað er ein góð kensla, og eg fari bæði fegin og takksamur í land eftir umleið 44 árum í starvi hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Eg kann ikki annað enn takka bæði Gudi og menniskjum og undrist, nú eg skal stinga klæðini í sekkin fyri seinastu ferð og fara í land, 70 ára gamal.

Tað sigur Ellintur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum við Føroysku Sjómansmissiónina.

- Eg søkti um hýru við Smyrli, tá hann kom í 1975, men slapp ikki við. So var eg ávegis niður til Danmarkar at royna at fáa mær hýru, tí eg ætlaði mær út at sigla. Tá ringdu teir frá Strandferðsluni og bjóðaðu mær hýru við Vaktartænastuni, sum tá hoyrdi undir Strandferðsluni. Hýran var við Dagstjørnuni, sum tá var vaktarskip. Eg vendi heimaftur og fór so umborð á Dagsstjørnuna 22. oktober í 1975. 31. oktober í 1978 fór eg umborð á Ólav Halga, sum tá var umbygdur til vaktarskip og havi siglt sum skipari síðani - sigur Ellintur.

Ellintur var við Ólavi Halga til 1995. Tó var hann í tí tíðarbilinum hálvtannað ár við Tjaldrinum, Nim og við Gorm. Tá Brimil kom í 2001 gjørdist Ellintur fastur skipari á Tjaldrinum.

- Vaktar- og Bjargingartænastan, sum broytti navn til Vørn, hevur verið eitt gott arbeiðspláss, tí annars hevði eg ikki havt verið her so leingi. Heilsan er góð enn, men hon kann broytast skjótt. Eg veri ikki arbeiðsleysur, tá eg fari í land 19. juli. Eg og konan fara nakrar dagar seinni sum hjálparfólk á Teenstreet (ungdómslega) í Týsklandi. Annars havi eg ymiskt at gera heima, og um tað ikki verður nógv mikið, so er familjan stór og verður óivað fegin um eina hjálpandi hond, sigur Ellintur, sambært Føroysku Sjómansmissiónini, sum eisini ynskir teimum umborð á Tjaldrinum og sjófólkunum annars Guds signing og varðveitslu.

Kelda: R7 Kringvarp


8 jul 2019
Ellintur M Abrahamsen
28 jun 2019
Ellintur M. Abrahamsen heiðraður