Tíðindi

Samráðingarnar standa í botni

3 mai 2023

Tað stendur í botni í samráðingunum millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Føroya Reiðarafelag, og nú skal semingsstovnurin gera eina roynd at finna semju millum partarnar.

Tað var hin 12. apríl, at feløgini fóru undir realitetssamráðingar, tá punktini, sum feløgini høvdu lagt fyri hvørt annað, vórðu gjøgnumgingin, og partarnir høvdu høvi at gera viðmerkingar.

- Sum verða man, eru nøkur punkt, sum fylla nógv hjá pørtunum, eitt nú dýra oljan og veiðavgjøldini.

Soleiðis skrivaði Føroya Skipara-og Navigatørfelag á sínari heimasíðu eftir samráðingarfundin hin 12. apríl, tá feløgini fóru undir realitetssamráðingar.

Hin 23. apríl sigur FSN, at nú hava fýra samráðingarumfør verið millum partarnar, og felagið heldur, at lítið er komið burturúr higartil.

- Men, semja er um at leingja verandi sáttmála fram til á midnátt hin 30. apríl, søgdu tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag fyri góðari viku síðan.

Í dag skriva vit 3. mai, og í dag er greitt, at semingsstovnurin nú er komin upp í samráðingarnar, sum seinastu tíðina hava staðið í botni.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, váttar, at semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar.

- Partarnir eru samdir um at leingja verandi sáttmála fram til á midnátt mikukvøldið hin 10. mai, sigur formaðurin, sum í løtuni ikki hevur aðrar viðmerkingar.


Myndarøð
4 okt 2024
Fundarinnkalling
30 aug 2024
Brúgvakaffi var í dag 30-08-2024
29 aug 2024
Nordisk Navigatørkongress í Íslandi.
28 aug 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi
24 aug 2024
Aspirant­skipanin skal eggja fleiri at velja sjóvinnu­útbúgvingar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
18 jul 2024
Grund­arlagið undir sáttmálu­num ridlar
25 jun 2024
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum