Tíðindi

Semja gjørd viðv. skipara og stýrimonnum

22 aug 2025

FSN hevur gjørt semju fyri navigatørarnar, sum skula sigla við Galaxy meðan Smyril er í dokk.

Eftir niðurskurðin hjá Fasta Gerðarætti viðv. trætumálinum millum Manningarfeløgini og FMR, so kann FSN gleðast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast.

FSN hevur eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarætti havt fund við allar navigatørarnar umborð á Smyril og teir sum skula avloysa umborð á Galaxy. Á fundinum komu ynskini hjá navigatørunum fram og út frá tí bleiv eitt semju uppskot gjørt og sent til SSL. Í dag kom svar frá SSL at tey góðtóku semju uppskotið og tíðskil er semja um hvat er galdandi fyri navigatørarnar.

Hvat víðari hendir millum " FMR- SSL og Útlendingastovuna" eftir avgerðina hjá Útlendingastovuni, hava vit sum felag onga ávirkan á.


8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum