Tíðindi

Nú kunnu sjófólk útvega sær siglingarbókina á Vanganum

5 sep 2025

Saman við Talgildu Føroyum hava vit ment eina loysn, har tað skjótt og ómakaleyst ber til at bíleggja sær siglingarbók umvegis Vangan. Tað er sostatt ikki longur neyðugt at søkja við brævi ella at koma inn á Sjóvinnustýrið. Nýggja loysnin ger avgreiðsluna skjótari og smidligari, serliga hjá teimum, sum ikki hava landfast til Vágar ella eru til skips.

Á Vanganum velur sjófólkið Sjóvinnustýrið undir Tænastuveitarum, og síðani Sjálvgreiðsluna. Sjófólkið skal viðfesta eina góðkenda passmynd, avrit av passinum og útfylla ta hædd, sum er skrivað í passið.

Rindað verður beinleiðis á Vanganum, og tá umsóknin er goldin, er hon longu Sjóvinnustýrinum í hendi. Tað ber til at velja at heinta bókina á Sjóvinnustýrinum ella at fáa hana sendandi við Posta.

Eisini tey, ið eru millum 16 og 18 ár kunnu søkja umvegis Vangan. Tá undirskriva foreldrini umsóknina talgilt.

Øll sjófólk, sum mynstra umborð á føroyskum skipi, skulu hava siglingarbók. At tað nú ber til at søkja um siglingarbók a Vanganum er eitt týðandi framstig og ein liður í arbeiðinum at betra um tænastur okkara. Talgildingin í Sjóvinnustýrinum heldur fram, fleiri talgildar tænastur verða settar í verk næstu tíðina.


8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum