Tíðindi

Semingsstovnurin hevur kastað frá sær

28 apr 2026

Samráðingarnar millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag um nýggjan sáttmála fyri fiskiskipini eru í kvøld slitnaðar úrslitaleysar. Síðan 20. apríl hevur Semingsstovnurin verið uppi í samráðingunum, sum hava verið á Hotel Føroyum.

Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini 19. mars, so formligu samráðingarnar kundu byrja, men longu eftir bara tveir samráðingarfundi, men longu 9. apríl boðsendi Føroya Reiðarafelag Semingsstovninum. Tá høvdu partarnir bara havt tveir fundir við vanligum samráðingum - teir fundirnir vóru 21. mars og 8. apríl.

Í fyrstu syftu bað Semingsstovnurin partarnar um at leingja sáttmálan til seinasta fríggjadag, 24. apríl, á midnátt.

Semingsmaðurin hevur síðan roynt at funnið glottar, sum kundu verið grundarlag undir einum semingsuppskotið, men í kvøld metti hann altso, at tað var ov langt millum partarnar til at røkka nakrari skilagóðari loysn fyribils, og tí gavst hann við royndunum.

Sáttmálin gongur út á midnátt í annaðkvøld, 1. mai.


8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum