Tíðindi

Nýggji 2 árs sáttmálin undirskrivaður

30 mai 2020

Í dag kl 12:00 bleiv nýggji 2 ára sáttmálin millum Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag undirskrivaður.

Tað hava verði 9 samráðingarfundir millum partarnar, og endaðu úrslitaleysar, og semingsstovnurin bleiv boðsendur. Tað hava verði fleiri semingsfundir, tann 2020 05 29 legði semingsstovnurin eitt semingsuppskot fram fyri partarnar, og partarnir tíð til kl 12:00 tann 2020 05 30 at geva svar. 

Allair partarnir góðu játtandi svar.

Tað er eingin loyna, at FSN er ikki væl nøgdir við avtaluna, men hetta var so tað.

Tað sum sermerkir hesa avtaluna er í høvðusheitum.

  • Oljan fyri bólk 2 og Rækjuflotan, hon er farin frá 4,70 til 4,90  og fyri Rækjuflotan frá 3,95 til 4,10
  • Pensjónin sum reiðarin rindar fyri er komin uppá kr. 50,- pr/mynstraðan dag
  • ein tryggjing sum riðarin rindar fyri skiparar v/ manning fryi bráðsjúkur og hjá børnunum hjá tryggjingartakaranum
  • § 20 stk 6. Orða annaleiðis
  • Og onkrar smávegis broytingar

Myndarøð
7 jul 2020
FSN og FMR undirskrivaðu trí ára sáttmála í dag
1 jul 2020
Nýggji 1 árs sáttmálin undirskrivaður
27 jun 2020
Skiparar prógv á Sjónámi. Og Føroya fyrstu Fulltiknu Skip­satstøð­ingar prógv á Sjónámi
27 jun 2020
PRÓGVHANDAN VAR Á VINNUHÁSKÚLANUM
30 mai 2020
Nýggji 2 árs sáttmálin undirskrivaður
20 mai 2020
Sáttmálin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag longdur til mánakvøldið á midnátt
12 mai 2020
Frakt & Sand søkir eftir stýrimanni
9 mai 2020
Hvat veitst tú um ECDIS