|
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Jekaragøta 10
Postsmoga 248
FO 100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: 31 69 73
Fax. 31 85 16
Teldupostur: fsn@fsn.fo
|
|
|
|
11-01-2012
Vinnuhúsið og sjómannafrádrátturin
Enn einaferð er Vinnuhúsið frammi við ynski um, at avtaka sjómannafrádráttin. Vit eru mong sum undrast á, hvat endamálið er við hesum. Hvat kunnu limirnir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fáa burtur úr, at umstøðurnar hjá fiskimonnum blíva verri ?.
Les meira . . .
02-01-2012
FSN og nýggja árið
Aðalfundur felagsins liggur síðst í desember mánað, og er eitt gott høvi at líta aftur eftir, hvat farna árið hevði at bjóða. Eisini er hetta eitt gott høvi at hyggja frameftir og hugsa um, hvat vit hava í væntu í nýggja árinum.
Jan Kristoffersen, nevndarlimur, ynskti ikki afturval á aðalfundinum. Vit takka honum fyri tey seks árini hann hevur sitið í nevndini. Andrias Højgaard er nývaldur í nevndina. Vit fegnast um, at ungir menn eisini hava áhuga í felagsarbeiðinum. Nevndin hevur skipað seg við sama formanni og næstformanni.
Les meira . . .
| |
28-12-2011
FSN: Formansfrágreiðing 2011
2011 var árið við nógum órógvi og rumbli innan sáttmáviðurskiftini hjá fiskiskipunum.
Samráðingarnar við Mannnigarfeløgini endaðu uttan semju. Vit vrakaðu eitt semingsuppskot, tí vit hildu, at uppskotið var alt ov víðgongt í skerjing av okkara rættindum. Reiðarafelagið góðtók sum vera man uppskotið. Tað undraði okkum almikið, at Semingsstovnurin legði eitt so radikalt uppskot fram. Feløgini høvdu undir øllum samráðingunum boðið okkum til, at gera sáttmála broytingar til fyrimuns fyri reiðaran, har stórir trupulleikar vóru av skjótt hækkandi oljuprísi.
Les meira . . .
|
| |
22-11-2011
Supply Service byggir nú fjórða veitingarskipið
Nú er so stutt ímillum nýbygningarnar hjá Supply Service, at tað - hjá mongum - er ilt at fylgja við. Tíðindini hesuferð er at felagið í Leirvík enn einaferð hevur gjørt avtalu við norsku Havyard skipasmiðjuna um nýbygning.
Les meira . . .
|
| |
18-11-2011
FAS lýst sum hentleikaflagg av ITF
Føroyska altjóða skipaskráin verður 1. desember 2011 sett á listan yvir hentleikafløgg hjá International Transportworkers Federation. Hetta kemur ikki at ávirka núverandi samráðingarrætt hjá føroysku manningarfeløgunum.
Les meira . . .
|
| |
15-11-2011
Fiskimannafelagið 100 ár
Í røðu til hátíðarhaldið nú Fiskimannafelagið er vorðið 100 ár segði Eyðstein Djurhuus m.a. í røðu: Søgan um eitt fakfelag er søgan um eitt miðvíst arbeiði, har neyðugt er at halda á, og standa fast og ikki missa stavnhaldið úr eygsjón, hóast brotasjógvarnir skola oman yvir skútuna.
Søgan um fakfelagsarbeiðið er eisini søgan um eitt arbeiði, har onnur heysta fruktirnar, tá ið arbeiðið eydnast væl.
Les meira . . .
|
13-11-2011
Arbeiðspláss eru ikki til øll í Føroyum
Høgni Waag Høgnesen spyr m.a. um DIS og NIS siglarar ikki fylgja teim skattareglum, ið eru galdandi, har tey eru í vinnu? Ein sum siglur undur DIS ella NIS, rindar skatt í Danmørk og Noregi, at hesi londini bera peningin aftur til reiðaríðið. Tað kann lønmótakarin einki gera við.
Les meira . . .
26-10-2011
Kunning um útisiglarar
Tað tykist sum vitanin um úitsiglarar er sera lítil, bæði millum almenningin og í pressuni, men sanniliga eisini politikkarar tykast vita í minna lagi um ein vinnuveg, sum uttan iva hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Føroyskir útisiglarar sigla undir ymiskum skipanum og hava ymiskar skattligar fortreytir.
Les meira . . .
| |
05-10-2011
MIÐ & MAGN Nr. 11
Innihaldsyvirlit Norsk skip hála FAS niður, Samskifitsfólk styrkir FAS skipanina, Gráa flaggið um at gerast hvítt. Politisku flokkarnir: Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin, Framsókn, Javnaðarflokkurin. Komandi maskinmeistaraútbúgving. Skitnu fingrarnir hvørva í turrari teori. Tíðindi frá Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum. Føðingardagar. Semja um farmaskip. Olaf Kruse í brennideplinum. Nær kemur toskurin fyri seg? Fundur um sjóvinnumál í Gøteborg. Elias Johannesen: So gott sum heima. Saeborg kom til Føroya 24. september 2011.
Les meira . . .
|
| |
04-10-2011
Úr sjórænarafarvatni í Afrika
Fleiri havnarfólk undraðust ein morgunin fyrst í oktober, tá eitt risastórt gasstangaskip lá í Nólsoyarfirði. Skipið fylti stóran part av fjørðinum. Talan var um Maersk Merkandia, sum er 286 metrar langt og 45,5 metrar breitt. Ikki færri enn tríggir føroyingar eru yvirmenn á tí stóra gasstangaskipinum. Skipið flytur flótandi gass úr Norðurnorra út til túsundtals brúkarar kring heimin. Hetta er fyrstu ferð slíkt skip hevur lagt leiðina henda vegin.
Les meira . . .
|
| |
28-09-2011
SIMAC NEWS greinarøð um Føroyar
SIMAC NEWS hevur nakrar temasíður um føroysk viðskifti. Tey hava vitjað Vinnuháskúlan, FAS og hava eina grein um pelagisku vinnuna í Føroyum. Greinarøðin byrjar við hesum orðum: Som led i vores Færøerne tema har SIMAC NEWS besøgt den maritime uddannelsesinstitution i Thorshavn, Vinnuháskúlin. Vi fik en snak med direktør Hans Johannes á Brúgv om rammerne for uddannelserne til skibsofficer på Færøerne.
Les meira . . .
|
21-09-2011
Semja við Reiðarafelagið fyri farmaskip 29. juni 2011
Mikudagin 29. juni 2011 gjørdi Føroya Skipara- og Navigatørfelagið semju við Reiðarafelagið fyri Farmaskip. PDF-fíla.
Les meira . . .
| |
20-07-2011
MIÐ & MAGN Nr. 10
Innihaldsyvirlit: Mugu varðveita skjóta vegin upp á brúnna Føroyskt hentleikaflagg 53 prógv handað á Vinnuháskúlanum 17. juni 2011 16 skiparaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla Heðin Mortensen í Brennideplinum Røkt ætlar at fleirfalda vindorkuframleiðsluna Kappingarneytar samráðast um loysn Tíðindi frá Maskinmeistarafelagnum Tíðindi frá Skipara- og Navigatørfelagnum Makrelsemjan slóðar fyri tilfeingisgjaldinum Sjóvinnuskeiðini skulu vinna pening Framtíð ella blindgøta Innflyting helst seinkað Fakfeløgini stuðla útbúgvingarreformi.
Les meira . . .
|
|
|
|
HALD AV TÍÐINDABRÆVI |
Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag:
Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.
|
|
|
|
|