Dátuverndarkunning

    

Innihaldsyvirlit

1.     Innleiðing. 2

2.     Hvat er ein persónupplýsing?. 2

3. Hvat merkir ”viðgerð av persónupplýsingum”?. 3

4. Nær kunnu persónupplýsingar viðgerast?. 3

4.1. Meginreglur § 7 (art. 5) 4

5. Viðgerðarheimild § 8 (art. 6) 5

5.1. Viðgerðarheimild hjá FSN.. 6

6.     Aktørar í dátuverndarlógini 7

6.1.      Dátuábyrgdari 7

6.2.      Dátuviðgeri 7

7. Rættindi hjá skrásetta kap. 4 (kap. 3) 7

7.1. Rætturin til kunning §§ 23-25 (art. 13-14) 8

7.2. Rætturin til innlit § 26 (art. 15) 8

7.3. Rætturin til rætting ella striking §§ 27-28 (art. 16-17) 9

7.4. Rætturin til viðgerðaravmarking §29 (art. 18) 9

7.5. Rætturin til dátuflutning § 31. 9

7.6. Rætturin til mótmæli §§ 32-34. 9

7.7. Rætturin at seta seg ímóti automatiskum avgerðum § 35 (art. 22) 10

7.8. Avmarkingar í rættindunum hjá skrásetta § 36 (art. 23) 10

8. Starvsfólkamál og starvssøkjandi 10

8.1. Striking. 10

9. Viðgerðartrygd og váðameting. 10

9.1. Trygdartiltøk. 11

10. Fráboðan um brot 13

11. Yvirlit yvir dátuviðgerar og dátuviðgerðaravtalur 13

11.1. Dátuviðgerðar. 13

11.2. Dátuviðgerðaravtalur og trúnaðaravtalur, yvirlit 14

12. Yvirlit yvir viðgerðir av persónupplýsingum.. 14

12.1. Yvirlit yvir viðgerðir. 14

13.       Yvirlit yvir skipanir hjá FSN, har persónupplýsingar verða goymdar 25

 

 

 

1.   Innleiðing
Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) kom í gildi 1. januar 2021, og kom í staðin fyri løgtingslóg um viðgerð av persónupplýsingum. Dátuverndarlógin er í høvuðsheitum grundað á ES fyriskipanina um viðgerð av persónupplýsingum (Generel Data Protecion Regulation – GDPR), sum kom í gildi í ES 25. mai 2018.

Dátuverndarlógin er galdandi fyri alla viðgerð av upplýsingum um likamligar persónar, sum myndugleikar, privatar fyritøkur, feløg og onnur gera. Dátuverndarlógin er galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum, sum heilt ella lutvíst er automatisk, og fyri aðra ikki-automatiska viðgerð, um persónupplýsingar eru ella verða settar í eina skrá.

Orsøkin til, at løgtingslógin er galdandi í hesum førum er, at tað er tá persónupplýsingar verða nýttar á ein hátt, sum ger, at tær lætt og skjótt kunnu leitast fram, at tørvurin á at verja upplýsingarnar økist. Virksemið á Føroya Skipara- og Navigatørfelagnum er sostatt fevnt av dátuverndarlógini, og er Skipara- og Navigatørfelagið dátuábyrgdari av persónupplýsinginum, ið Føroya Skipara- og Navigatørfelag (hereftir FSN) viðger.

 

 
2.     Hvat er ein persónupplýsing?
Ein persónupplýsing er einhvør upplýsing ella meting, sum er knýtt ella kann knýtast til ein ávísan persón. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um tað krevur kunnleika til p-tal, skrásetingarnummar el.tíl. at knýta upplýsingina til persónin. Eisini myndir, fingramerki o.a. eru persónupplýsingar.

Sjálvt um upplýsingar so sum navn og adressa eru broytt til eina kotu, eru hesar upplýsingar
persónupplýsingar, um kotan kann førast aftur til ta upprunaligu persónupplýsingina (dulnevning). T.d. eru persónupplýsingar, sum eru bronglaðar framhaldandi persónupplýsingar, so leingi onkur kann gera upplýsingarnar lesandi aftur og knýta upplýsingarnar til ein ávísan persón. Tá persónupplýsingar verða anonymiseraðar – t.e. tað ber ikki til at føra tær aftur til upprunaligu upplýsingarnar – er talan ikki longur um persónupplýsingar.

Dátuvernarlógin skilir í høvuðsheitum ímillum tvey sløg av persónupplýsingum: vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar. Í dátuverndarlógini eru viðkvomu persónupplýsingarnar beinleiðis nevndar. Allar aðrar persónupplýsingar enn tær, sum eru nevndar har, eru at rokna sum vanligar persónupplýsingar. P-talið er at rokna sum ein vanlig persónupplýsing. Tó er ein serlig áseting um p-talið (§ 16). P-talið eyðmerkir eintýðugt hvønn einstakan persón í Føroyum, og kann tí nýtast í førum, tá eingin ivi skal vera um, hvønn talan er um. P-talið kann bara nýtast um serligar treytir eru loknar. Um skrásetti ikki er nøgd/ur við tann háttin persónupplýsingar um seg verða viðgjørdar, hevur tann skrásetti sambært § 76 í dátuverndarlógini møguleika at klaga til Dátueftirlitið um hesa viðgerð.

 

3. Hvat merkir ”viðgerð av persónupplýsingum”?
Viðgerð av persónupplýsingum skal skiljast ógvuliga breitt og fevnir um alla handfaring av
persónupplýsingum. Tað er fyrst og fremst elektronisk (t.e. automatisk) viðgerð sum er fevnd, av tí at tað er í sambandi við hesa viðgerð, at tað er størsti tørvur á at verja persónupplýsingarnar hjá tí einstaka.
Viðgerð er allýst í dátuverndarlógini og fevnir um alla nýtslu av persónupplýsingum, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum. Tað merkir t.d., at um upplýsingar verða goymdar á einum servara, so er hetta eisini ein viðgerð, av tí at goyming er eitt slag av viðgerð sambært løgtingslógini. Viðgerð kann eisini vera
almannakunngerð av upplýsingum á eini heimasíðu ella skráseting í eini málsviðgerðarskipan.

 

4. Nær kunnu persónupplýsingar viðgerast?
Løgtingslógin ásetur grundleggjandi meginreglur, sum altíð eiga at verða fylgdar, tá
persónupplýsingar verða viðgjørdar. Harumframt er krav um, at tað í hvørjum einstøkum føri skal verða heimild fyri viðgerðini, t.e. ein viðgerðarheimild. Hetta er uttan mun til, um viðgerðin fer fram í privata ella almenna geiranum, ella um talan er um vanligar ella viðkvæmar persónupplýsingar.

 

4.1. Meginreglur § 7 (art. 5)
Tað eru seks grundleggjandi meginreglur, sum altíð skulu fylgjast, tá persónupplýsingar verða
viðgjørdar. Meginreglurnar eru hesar:

o   Lógligheit, rímiligheit og gjøgnumskygni - Dátuábyrgdarin skal fylgja reglunum um viðgerð av persónupplýsingum og skal á ein lætt skilligan hátt kunna um viðgerðina. Hetta hevur m.a. við sær, at tann persónur, hvørs persónupplýsingar verða viðgjørdar, í útgangsstøðinum skal hava kunning um, hvør hevur ábyrgdina av viðgerðini, og hvat endamálið við viðgerðini er.

o   Endamálsavmarking - Tá persónupplýsingar verða savnaðar, skal dátuábyrgdarin gera sær greitt, til hvørji endamál upplýsingarnar skulu viðgerast, og at hesi endamál skulu verða saklig. Tað er ikki loyvi at savna persónupplýsingar, tí at tað møguliga einaferð verður hent at hava upplýsingarnar. Tað er í fyrstu syftu tann, sum savnar upplýsingarnar inn – t.e. myndugleikin ella fyritøkan – sum skal meta um, um tað í einum ítøkiligum føri er sakligt at savna persónupplýsingarnar. Henda metingin kann t.d. taka støði í, um tað er neyðugt at hava upplýsingarnar í sambandi við eina uppgávu, sum skal loysast, og sum tað er náturligt hjá viðkomandi fyritøku ella myndugleika at loysa.

o   Dátuminimering - Viðgerðin skal avmarkast til tað, sum er neyðugt fyri at røkka endamálinum við viðgerðini.

o   Rættleiki - Persónupplýsingarnar skulu vera rættar og dagførdar. Vísir tað seg, at
persónupplýsingarnar eru skeivar, skulu hesar í útgangsstøðinum strikast ella rættast.

o   Goymsluavmarking - Persónupplýsingar skulu strikast ella anonymiserast, tá tað ikki longur er neyðugt hjá dátuábyrgdaranum at hava upplýsingarnar. Tað er í fyrstu syftu upp til dátuábyrgdaran at meta um, hvussu leingi tað er neyðugt at goyma upplýsingarnar við atliti at tí endamáli, upplýsingarnar upprunaliga vórdu innsavnaðar.

o   Integritetur og trúnaður - Persónupplýsingar skulu verjast ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð. Eisini skal tað tryggjast, at persónupplýsingar eru vardar ímóti missi av tilvild, fyribeining ella skaða.

 

5. Viðgerðarheimild § 8 (art. 6)

Dátuábyrgdarin skal altíð hava eina viðgerðarheimild til viðgerðina, sum skal fara fram. Dátuverndarlógin ásetur, nær viðgerð av persónupplysingum er lóglig, og viðgerð kann sostatt lógliga fara fram, um í minsta lagi eini av hesum vidurskiftum gera seg galdandi:

1.      Krøvini til viðgerð fer ofta fram grundað á samtykki frá tí, sum persónupplýsingarnar snúgva seg um, t.e. tann skrásetti. Tann skrásetti kann geva sítt samtykki til viðgerð av persónupplýsingum til eitt ella fleiri nágreinað endamál. Ein fyrispurningur um samtykki skal leggjast fram á ein lætt skiljandi og lætt atkomiligan hátt og á einum greiðum og einføldum máli. Tað er ikki ein treyt, at samtykki er skrivligt, men dátuábyrgdarin skal kunna vísa á, at tann skrásetti hevur givið samtykki til viðgerðina. Tann skrásetti hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka sítt samtykki aftur. Eftir hetta kann samtykki ikki nýtast sum viðgerðargrundarlag. Áðrenn samtykki verður givið, skal skrásetti kunnast um, at samtykki kann verða tikið aftur. Tað skal vera eins lætt at taka samtykki aftur sum at geva tað.

 

2.      Viðgerð kann eisini fara fram grundað á avtalu.Viðgerð av persónupplýsingum kann fara fram, um viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti sjálvur er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.

 

3.      Viðgerð av persónupplýsingum kann harumframt fara fram, um viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum. Hetta fevnir t.d. um tey føri, tá dátuábyrgdarin sambært lóg ella fyrisitingarligari avgerð skal viðgera upplýsingar.

 

4.       Viðgerð av persónupplýsingum kann fara fram, um viðgerðin er neyðug fyri at verja
altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persóni. At viðgerðin skal røkja altumráðandi áhugamál merkir, at viðgerðin skal viðvíkja áhugamálum, sum hava grundleggjandi týdning fyri skrásetta ella ein annan persón. Dømi kann vera, at skrásetti vegna ferðing ella sjúku ikki er førur fyri at geva samtykki til viðgerð, sum kann tryggja skrásetta ímóti munandi fíggjarligum tapi ella øðrum munandi skaða.

 

5.      Viðgerð av persónupplýsingum kann fara fram, um viðgerðin er neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdaranum er áløgd. Samfelagsáhugamál eru áhugamál, sum hava almennan áhuga, t.e. hava týdning fyri ein breiðan hóp av persónum. Viðgerð, sum liggur undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdarin hevur fingið álagt, er m.a. viðgerð av persónupplýsingum fyri land og kommunu í sambandi við fyrisitingaratgerðir, sum t.d. fráboðan um avgerð um sosialar veitingar ella avgerð um skattseting.

 

6.      Privatir dátuábyrgdarar kunnu eisini viðgera persónupplýsingar, um viðgerðin er
neyðug fyri, at dátuábyrgdarin ella ein triðipersónur kann fylgja einum heimilaðum
áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta, sum krevja
vernd av persónupplýsingum, ganga fram um. Hetta skal tað metast um í hvørjum
einstøkum føri.

 

5.1. Viðgerðarheimild hjá FSN
Viðgerðarheimildin hjá FSN til at viðgera persónupplýsingar er § 12, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini. Sambært § 12, stk. 1, nr. 5 er viðgerð loyvd, tá viðgerðin verður framd av almannagagnligum felagi ella grunni, sum ikki virkar við vinningi fyri eyga, og hvørs endamál er av politiskum, heimspekiligum, átrúnaðarligum ella yrkisfelagsligum slagi, sum liður í heimilaðum virksemi og við hóskandi trygd, og treytað av, at viðgerðin einans viðvíkur limum, fyrrverandi limum ella persónum, sum við sama endamáli javnan eru í sambandi vid hesi, og at persónupplýsingarnar ikki verða víðarigivnar uttan samtykki frá tí skrásetta.

 

6.   Aktørar í dátuverndarlógini
Dátuverndarlógin hevur skyldur við sær fyri tann, sum viðger persónupplýsingar. Fyri at gera av, um skyldurnar eru galdandi, er umráðandi at vita, hvønn leiklut ein hevur í mun til viðgerðina av persónupplýsingum, sum fer fram.

Dátuverndarlógin skilir ímillum dátuábyrgdarar og dátuviðgerar.

 

6.1.     Dátuábyrgdari
Ein dátuábyrgdari er ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki o.a., sum ger av, til hvørji endamál persónupplýsingar kunnu viðgerast (endamálið), og hvussu persónupplýsingar kunnu viðgerast (hjálpitólini), undir hesum hvør kann viðgera persónupplýsingarnar.

Dátuábyrgdarin er tann, sum hevur ábyrgdina av, at dátuverndarlógin verður hildin, tá persónupplýsingar verða viðgjørdar. Hetta merkir fyrst og fremst, at dátuábyrgdarin skal tryggja sær, at heimild er fyri viðgerðini, og at meginreglurnar verða fylgdar.

Dátuverndarlógin ásetur harumframt ítøkiligar skyldur fyri dátuábyrgdaran. Føroya Skipara- og Navigatørfelag er dátuábyrgdari fyri tí viðgerð, sum FSN stendur fyri.

 

6.2.     Dátuviðgeri
Ein dátuviðgeri er ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki o.a., sum viðger persónupplýsingar fyri dátuabyrgdaran. Dátuviðgerin ger hvørki av, hvussu ella til hvørji endamál persónupplýsingarnar viðgerast.


7. Rættindi hjá skrásetta kap. 4 (kap. 3)
Í dátuverndarlógini eru fleiri reglur, sum tryggja einstaklinginum – tí skrásetta – nøkur rættindi, tá
persónupplýsingar um hann ella hana verða viðgjørdar. Endamálið við reglunum um rættindi, er at
styrkja um rættarstøðuna hjá skrásetta, m.a. við at tryggja opinleika og gjøgnumskygni, og við at geva skrásetta møguleika at seta seg ímóti viðgerð.


Rættindini eru hesi:
· Rætturin til kunning
· Rætturin til innlit
· Rætturin til rætting
· Rætturin til striking
· Rætturin til mótmæli
· Rætturin til viðgerðaravmarking
· Rætturin at seta seg ímóti automatiskum avgerðum
· Rætturin til dátuflutning
Fyri øll rættindini er galdandi, at FSN skal lata skrásetta upplýsingar á ein
stuttorðaðan, gjøgnumskygdan, lætt skilligan og lætt atkomiligan hátt. Tann skrásetti skal skilja,
hvat fer fram.


7.1. Rætturin til kunning §§ 23-25 (art. 13-14)
Tann skrásetti skal sum meginregla hava kunning um, at persónupplýsingar um viðkomandi verða
savnaðar og viðgjørdar. Tann skrásetti skal m.a. kunnast um, hvør dátuábyrdarin er, og hvat
endamálið við viðgerðini er. Hetta verður gjørt við kunningarskrivi til skrásetta, har eisini verður víst til heimasíðuna hjá FSN um dátuvernd.


7.2. Rætturin til innlit § 26 (art. 15)
Tann skrásetti kann biðja um innlit í hvørjar persónupplýsingar um seg Skipara- og Navigatørfelagið viðgerð. Formaðurin (ella skrivarin) á Føroya Skipara- og Navigatørfelagið viðgerð umbønir um innlit í persónupplýsingar, og Skipara- og Navigatørfelagið útflýggjar eitt avrit av persónupplýsingum til skrásetta.


7.3. Rætturin til rætting ella striking §§ 27-28 (art. 16-17)
Um persónupplýsingar, sum eru skeivar, verða viðgjørdar, kann skrásetti krevja, at hesar verða rættaðar. Harumframt er tað í ávísum førum møguligt at krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar. Tað kann t.d. vera, um persónupplýsingarnar ikki longur eru neyðugar til at røkka tí endamáli, tær vóru savnaðar til, ella tí at viðgerðin er óloglig.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sum privat fakfelag ikki eina journalskyldu. Sambært løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um skjalasøvn § 17, stk. 1 kann Tjóðskjalasavnið savna, taka ímóti og tryggja privat savnindi, sum verða hildin at hava stóran granskingarligan ella mentanarligan týdning. Hetta merkir, at um ein skrásettur krevur, at onkrir upplýsingar verða rættaðir ella strikaðir, skal ein meting gerast av, um hetta er samsvarandi stovnsins skyldu at goyma og varðveita upplýsingar.


7.4. Rætturin til viðgerðaravmarking §29 (art. 18)
Tann skrásetti kann í ávísum førum krevja, at FSN avmarkar viðgerðina. At viðgerðin
av persónupplýsingum verður avmarkað merkir, at upplýsingarnar ikki kunnu viðgerast á annan
hátt enn at goymast.


7.5. Rætturin til dátuflutning § 31
Skrásetti kann í ávísum førum krevja tær persónupplýsingar frá dátuábyrgdara, sum skrásetti
sjálvur hevur latið, og flyta hesar upplýsingar til ein annan dátuábyrgdara.

 

7.6. Rætturin til mótmæli §§ 32-34
Tann skrásetti hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla, at persónupplýsingar um hann ella hana verða viðgjørdar. Hetta er t.d. tá persónupplýsingar verða viðgjørdar til beinleiðis marknaðarføring.


7.7. Rætturin at seta seg ímóti automatiskum avgerðum § 35 (art. 22)
Skrásetti hevur sum meginregla rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á
automatiska viðgerð, undir hesum profilering, og sum hevur rættarvirknað ella á líknandi hátt
týðandi ávirkar viðkomandi. FSN nýtir ikki automatiskar avgerðir.


7.8. Avmarkingar í rættindunum hjá skrásetta § 36 (art. 23)
Í ávísum førum eru rættindini hjá skrásetta ikki galdandi. Rættindini eru t.d. ikki galdandi um so er, at upplýsingarnar, um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella um
upplýsingarnar eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum.


8. Starvsfólkamál og starvssøkjandi
Viðgerð í sambandi við starvsfólkamál er eisini fevnd av dátuverndarlógini.


8.1. Striking
Starvsfólkamál skulu vanliga goymast í 5 ár, eftir at viðkomandi starvsfólk er farið úr starvið.
Umsóknir um størv, har umsøkjari ikki fær starvið, skulu strikast eftir 12 mánaðum. Orsøkin til, at mett verður neyðugt at goyma skjølini í 12 mánaðir er, at um viðkomandi ynskir at klaga, verður hetta vanliga gjørt innan 6 mánaðir. Umsøkjari skal kunnast um, at upplýsingarnir verða varðveittir í 12 mánaðir.


Umsøkjari verður í sambandi við skriv frá FSN um, at viðkomandi ikki hevur fingið starvið, kunnaður um, at FSN strikar umsóknina hjá viðkomandi 12 mánaðir eftir, at umsóknarfreistin er farin. Upplýsingar um hvussu nógvir umsøkjarar eru til eitt ávíst starv, verða ikki strikaðar.


9. Viðgerðartrygd og váðameting
Fyri at varðveita trygdina og fyri at fyribyrgja, at viðgerð fer fram, sum ikki er í samsvari við reglurnar um vernd av persónupplýsingum, skal dátuábyrdarin meta um teir váðar, sum ein viðgerð hevur við sær, og seta í verk tiltøk, sum kunnu avmarka hesar váðar. Trygdarstøðið skal endurspegla tann ítøkiliga váðan fyri, at persónupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar ella minka í virði ella at óviðkomandi fáa kunnleika til
persónupplýsingar, misbrúka tær ella annars ólógliga viðgera tær.

 

9.1. Trygdartiltøk
Dátuverndarlógin ásetur m.a. sum krav, at persónupplýsingar skulu viðgerast á ein tryggan hátt.  Tann, sum hevur ábyrgd av eini dátuviðgerð, hevur tí eisini ábyrgdina av at tryggja eitt hóskandi trygdarstøði. Trygdarstøðið skal grundast á eina heildarmeting av umstøðunum við serligum denti á váðarnar fyri tann skrásetta. Tiltøkini, sum verða sett í verk fyri at tryggja, at trygdin er á einum hóskandi støði, kunnu vera tøknilig ella bygnaðarlig.

 

Trygdarstøðið skal m.a. metast eftir, hvør váðin er, hvussu stórur váðin er, og eisini eftir upplýsingunum, sum verða viðgjørdar.

Kravið til trygd er váðagrundað, og tí er trygdarkravið størri, tá viðkvæmar persónupplýsingar verða viðgjørdar. Váðin við viðgerðini kann eisini gerast størri um nógvar upplýsingar verða viðgjørdar, og tá gerast krøvini til trygd samstundis hægri.

FSN viðger bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar. FSN hevur sum fakfelag upplýsingar um limir, og hesar upplýsingar koma undir at vera viðkvæmar, av tí at tær siga nakað um fakfelagsligt tilhoyri. Tískil eigur trygdarstøðið at metast út frá, at talan er um viðkvæmar upplýsingar.

FSN hevur gjørt eina váðameting, sí skjal “Váðameting”, har mett verður um teir ítøkiligu váðarnar av ymisku viðgerðunum.

9.1.1. Tøknilig trygdartiltøk
Í sambandi við tøknilig trygdartiltøk hevur FSN Framskák sum veitara, har syrgt verður fyri nøktandi trygdarskipanum. Nýtt verður m.a. virusverja og firewall, fyri at tryggja móti virus og øðrum trygdarvandum. Tryggjað verður, at trygdarskipanirnar verða dagførdar javnan. Logging verður eisini nýtt, soleiðis at tað ber til at síggja m.a. óreglugligt virksemi.

Harumframt er nýtt brongling til teldupostsamskifti, soleiðis at økt verður um trygdina, og at tryggja, at óviðkomandi ikki kunnu sleppa framat teldupostunum.

9.1.2. Bygnaðarlig tiltøk
1.      FSN hevur gjørt yvirlit yvir allar viðgerðir av persónupplýsingum, sum felagið hevur ábyrgd av. í yvirlitinum verður m.a. skjalfest fylgjandi:

o   Navn og samskiftisupplýsingar hjá dátuábyrgdara (FSN)

o   Endamál við viðgerðini

o   Bólkar av skrásettum og sløg av persónupplýsingum

o   Bólkar av móttakarum, sum persónupplýsingarnar verða víðarigivnar til

o   Tíðarfreistir fyri striking

o   Trygdartiltøk

2.      FSN hevur gjørt eina váðameting. Sí skjal “Váðameting”, har ein meting verður gjørd av ítøkiligu váðunum.

3.      FSN hevur havt kunning til starvsfólkini um dátuvernd og um, hvussu persónupplýsingar skulu handfarast á tryggan hátt.

4.      Fysisk trygd:

a.      Øll skjøl, sum fevna um persónupplýsingar eru læst inni í skápum, sum bert formaðurin og skrivstovufólkið hava atgongd til. Hervið verður tryggjað, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til fysisk skjøl.

b.      Starvsfólkini sløkkja telduskermin, tá ið farið verður frá telduni.

c.       Skriviborðið, harumframt Outlook, verður ruddað fyri skjølum, sum ikki eru neyðug at goyma/ella verða flutt á eina trygga skipan.

d.      Bert formaðurin og næstformaðurin hava atgongd til Vakmyndatól-upptøkurnar. Upptøkurnar verða goymdar á tryggan hátt og verða strikaðar í seinasta lagi 30 dagar eftir, at upptøkan varð framd. Í samsvar við vakmyndatólslógina verður skeltað við, at vakmyndatól er sett upp. Seks vakmyndatól eru sett upp, og taka bert av egnum matrikuli.


10. Fráboðan um brot
Dátuábyrgdarin skal boða Dátueftirlitinum frá einum broti á persóndátutrygdina uttan óneyðugt drál og um gjørligt innan 72 tímar eftir, at hesin er vorðin kunnugur við brotið. Fráboðanin skal m.a. lýsa slag av broti á persóndátutrygdina og lýsa sannlíkar avleiðingar av brotinum. Dátuábyrgdarin skal harumframt í ávísum førum boða skrásetta frá um brotið.

 

11. Yvirlit yvir dátuviðgerar og dátuviðgerðaravtalur
11.1. Dátuviðgerðar
o   NEMA journal (Limamál: navn, bústadur, fødingardagur og upplýsingar til málsvidgerd) + NEMAhýsing
o   Framskák: Microsoft 365 (Outlook, Excel, Word, OneDrive) – Framskák (trúnaðaravtalu)
o   Sp/f Stýr: Navision – Stýr (dátuviðgerðaravtalu)
o   Qodio: Heimasíða (Starvsfólk og nevndarlimir – navn, teldupostur og mynd) + fólk kunnu skráseta seg sum lim (navn, føðingardagur, telefon, teldupost, bústaður, býur, limaskapur) og upplýsa teldupost fyri at fáa tíðindabræv sent.

o   Trygdartøkni: Vakmyndatól, ið eru sett upp uttanfyri. Trúnaðaravtala.

 

Dátuviðgerar
NEMAjournal
Framskák
Sp/f Stýr
Qodio
Trygdartøkni
Útleigan – Summarhús (heimasíða)
Endamál við viðgerðini
Skjalaskráseting, málsviðgerð
Microsoft 365 – goyming av teldupostum, rokniark o.a.
Navision – innkrevja limagjøld
Heimasíða – kunning o.a. til limir
Kamera á matriklinum
At leiga summarhús út til limir
Sløg av upplýsingum
Sí yvirlit
Sí yvirlit
Sí yvirlit
Sí yvirlit
Sí yvirlit
Navn, telefonnummar, bústaður, kortupplýsingar
 

11.2. Dátuviðgerðaravtalur og trúnaðaravtalur, yvirlit
o   NEMAjournal: Dátuviðgerðaravtala (sí mappu “Dátuviðgerðaravtalur og trúnaðaravtalur”)
o   Framskák (Microsoft 365: Outlook, Excel, Word, OneDrive): Trúnaðaravtala (sí mappu “Dátuviðgerðaravtalur og trúnaðaravtalur”)
o   Sp/f Stýr (Navision): Dátuviðgerðaravtala (sí mappu “Dátuviðgerðaravtalur og trúnaðaravtalur”)
o   Qodio (Heimasíða): Trúnaðaravtala (sí mappu “Dátuviðgerðaravtalur og trúnaðaravtalur”)

o   Trygdartøkni: Trúnaðaravtala

 

12. Yvirlit yvir viðgerðir av persónupplýsingum
Í dátuverndarlógini er krav um, at dátuábyrgdarar skulu gera yvirlit yvir teirra
viðgerðir av persónsupplýsingum.

 

12.1. Yvirlit yvir viðgerðir
Nýggja dátuverndarlógin ásetur eitt krav um, at dátuábyrgdarar skulu gera eitt yvirlit yvir allar sínar viðgerðir av persónupplýsingum. Kravið um yvirlit yvir viðgerðir er ásett í § 44 dátuverndarlógini.

Yvirlitið skal lýsa og skjalfesta persónupplýsingarnar, sum verða viðgjørdar, og eisini hví tær verða viðgjørdar. Endamálið við yvirlitinum er at tryggja, at dátuábyrgdarin veit, hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar og til hvørji endamál.

 

12.2. Føroya Skipara- og Navigatørfelag
 

Dátuábyrgdari
Myndugleiki/fyritøka, v-tal, og samskiftisupplýsingar

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)


Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, 100  Tórshavn

V-tal: 329134

Tlf. 316973

www.fsn.fo

e-mail: fsn@fsn.fo

 
 
Felags dátuábyrgdari og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

 

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
 
 
Umboð fyri dátuábyrgdaran og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

 

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
Annfinnur Garðalíð

Tlf. 216973

e-mail: annfinnur@fsn.fo

 
 
 
 
Endamál
Endamál (ini) við viðgerðini

 

(hetta kunnu vera fleiri viðgerðir, um endamálini  kunnu lýsast samlað, logiskt og samanhangandi)
·          Starvsfólkaumsiting

·          Umsiting av upplýsingum um nevndarlimir

·          Limaskráseting

·          Limamál og málsviðgerð

·          Umsiting av heimasíðu (upplýsingar um starvsfólk og nevndarlimir)

 
Bólkar av skrásettum og sløg av persónupplýsingum

 
Bólkar av skrásettum

 

(t.d. kundar, starvsfólk, borgarar)
Persónupplýsingar verða viðgjørdar um hesar bólkar av skrásettum:

 

a)  Starvsfólk

b)  Fyrrverandi starvsfólk

c)  Umsøkjarar um størv

d)  Nevndarlimir

e) Limir

f)  Umsøkjarar um stuðul til ymiskt
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um umsøkjarar

 

(set kross og lýs upplýsingarnar, sum eru fevndar av viðgerðunum)
Sløg av upplýsingum, sum viðgerast
 
Samskiftisupplýsingar, undir hesum telefonnummar og teldupostur
X
Upplýsingar, sum vanliga eru í umsóknum, t.d. starv, útbúgving, cv, førleikar og lønarviðurskifti.

 
X
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um starvsfólk

 

 (set kross og lýs upplýsingarnar, sum eru fevndar av viðgerðunum)
Sløg av upplýsingum, sum viðgerast
 
Samskiftisupplýsingar, undir hesum telefonnummar og teldupostur
X
P-tal
X
Upplýsingar um starvið til fyrisiting, undir hesum um løn, kontunummar, tænastustað, starv, lønarviðurskifti, útbúgving, fráveru vegna sjúku
X
Yrkisfelagsligt tilknýti
X
Heilsuupplýsingar (kann koma fyri)
X
 
 
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um fyrrverandi starvsfólk

 
Navn, føðingardag.

 
 
Nevndarlimir

 
Sama bygna sum omanfyri.
 
Limir felagsins
Samskiftisupplýsingar, undir hesum navn, eftirnavn, telefonnummar, t-postur, bústaður, føðingardagur

 

Heilsuupplýsingar (kann koma fyri, men hendir sjáldan), arbeiðsviðurskifti (upplýsingar um privat viðurskifti kunnu koma fram ísv. ítøkiliga málið), sáttmálaviðurskifti

 

 
Móttakarar
Bólkar av móttakarum, sum upplýsingar eru ella verða víðarigivnar til, undir hesum móttakarar í útlondum, triðjalondum og millumtjóðafelagsskapum

 

(t.d. aðrir myndugleikar, fyritøkur ella borgarar)
1. Almennir myndugleikar (um møguligt skal myndugleikin nevnast, t.d. TAKS)

 

 

TAKS: Víðarigevingin fevnir um hesar upplýsingar um starvsfólk:

·          Samleikaupplýsingar, undir hesum navn og bústaður

·          Lønarviðurskifti

·          P-tal

Nevndarlimir:

·          TAKS

 

Ítøkilig mál:

·          TAKS

 

Upplýsingar verða ikki latnar TAKS um aðrar bólkar av skrásettum

 
2. Bankar (Bank Nordik, Betri banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi)

 

Víðarigevingin fevnir um hesar upplýsingar um starvsfólk:

·          Samleikaupplýsingar, undir hesum navn og bústaður

·          Lønarviðurskifti

 

Víðarigevingin fevnir um hesar upplýsingar um nevndarlimir:

·          Samleikaupplýsingar, navn, bústaður og p-tal og kontunr.

·          Lønarviðurskifti

 

 

Upplýsingar verða ikki latnar bankanum (navn) um aðrar bólkar av skrásettum
3. Eftirlønarfeløg (Føroya Lívstrygging (LÍV), Samlagstrygging og Betri

 

Víðarigevingin fevnir um hesar upplýsingar um starvsfólk:

·          Samleikaupplýsingar, undir hesum navn og bústaður

·          Lønarviðurskifti

·          Starv og starvsstað

·          Eftirlønarviðurskifti

 

Nevndarlimir

·          Eftirlønarviðurskifti

Limir:

·          LíV fær kunning um, hvør ein persónur er limur ella ikki, umvegis telefonsamrøðu

 

Upplýsingar verða ikki latnar eftirlønarfeløgum um aðrar bólkar av skrásettum.
Útlond, triðjalond og millumtjóðafelagsskapir
Upplýsing um flutning av persónupplýsingum til útlond, triðjalond og millumtjóðafelagsskapir

 

(t.d. um dátuviðgeri er í útlandi ella triðjalandi)
 

 
Striking
Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking

(Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking av ymsu sløgunum av upplýsingunum um ymsu bólkarnar av skrásettum)
Upplýsingar um fyrrverandi starvsfólk verða strikaðar í seinansta lagi 5 ár aftaná, at starvsfólkamálið er latið aftur.

 

Upplýsingar um verandi starvsfólk verða í útgangsstøðinum ikki strikaðar. Upplýsingar sum heilsuváttan o.tíl. verður strikað, tá ið tað ikki er neyðugt at hava liggjandi longur.

 

Upplýsingar um umsøkjarar verða strikaðar í seinasta lagi 12 mánaðir eftir at umsóknin varð latin FSN.

 

Upplýsingar um nevndarlimir verða ikki strikaðar

 

Upplýsingar um fyrrverandi nevndarlimir verða strikaðar í seinasta lagi 5 ár aftaná.

 

Upplýsingar um limir verða ikki strikaðar.  

 

Upplýsingar um fyrrverandi limir verða strikaðar 5 ár eftir uppsøgn av limaskapi.

 

Upplýsingar verða leypandi latnar Tjóðskjalasavninum eftir reglunum í skjalasavnslógini.
Trygdartiltøk
Almenn lýsing av tøkniligu og bygnaðarligu trygdartiltøkunum

 

 
FSN nýtir hóskandi trygdarskipanir, sum tryggja at persónupplýsingarnar verða goymdar á tryggan hátt. FSN nýtir firewall, antivirus og tekur back up fyri at tryggja sær móti at upplýsingarnar kunnu finnast aftur, um tað skuldi hent seg, at upplýsingarnar blivu strikaðar ella um onkur skipan bleiv útsett fyri teldusníkum.

 

Viðgerð av persónupplýsingum í starvsfólkamálum fer fram á tryggari skipan (felags drev), har bert formaðurin  og skrivarin hevur atgongd.

 

Fysisk mál eru í læstum skápi, sum bara formaðurin og skrivarin hava atgongd til.

 

Starvsfólk hava fingið kunning um handfaring av persónupplýsingum í samsvar við dátuverndarlógina.

 

Tryggjað verður, at persónupplýsingar við jøvnum millumbili verða strikaðar, tá ið teir ikki longur eru neyðugir at goyma. Hetta verður gjørt 2 ferðir um árið.

 

 
 

 

12.3. Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn
Dátuábyrgdari
Myndugleiki/fyritøka, v-tal, og samskiftisupplýsingar

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)


Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9A, 100  Tórshavn

V-tal: 329134

Tlf. 316973

www.fsn.fo

e-mail: fsn@fsn.fo

 
 
Felags dátuábyrgdari og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

 

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
 
 
Umboð fyri dátuábyrgdaran og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

 

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
Annfinnur Garðalíð, formaður

Smærugøta 9A

100 Tórshavn

Tlf. 216973

e-mail: annfinnur@fsn.fo

 
 
Dátuverndarfólk og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
 
Endamál
Endamál (ini) við viðgerðini

 

(hetta kunnu vera fleiri viðgerðir, um endamálini  kunnu lýsast samlað, logiskt og samanhangandi)
·          Veita fíggjarligan stuðul til óarbeiðsførar fiskimenn
Bólkar av skrásettum og sløg av persónupplýsingum

 
Bólkar av skrásettum

 

(t.d. kundar, starvsfólk, borgarar)
Persónupplýsingar verða viðgjørdar um hesar bólkar av skrásettum:

g)  Umsøkjarar

h)  Leiðslan í grunninum
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um umsøkjarar

 

(set kross og lýs upplýsingarnar, sum eru fevndar av viðgerðunum)
Sløg av upplýsingum, sum viðgerast
 
Samskiftisupplýsingar, undir hesum telefonnummar og teldupostur
X
Upplýsingar, sum vanliga eru í umsóknum, t.d. starv, útbúgving, cv, førleikar og lønarviðurskifti.

 
X
 
 
Húðarlitur, ættarslag ella etniskur uppruni
 
Politisk, átrúnaðarlig ella heimsspekilig sannføring
 
Yrkisfelagsligt tilknýti
 
Heilsuupplýsingar, undir hesum ílegudátur
X
Biometriskar dátur við tí endamáli eintýtt at eyðmerkja
 
Kynslig viðurskifti
 
Revsiverd viðurskifti
 
Upplýsing um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti
 
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um leiðslu

 

 (set kross og lýs upplýsingarnar, sum eru fevndar av viðgerðunum)
Sløg av upplýsingum, sum viðgerast
 
Samskiftisupplýsingar, undir hesum telefonnummar og teldupostur
X
P-tal
 
Upplýsingar um starvið til fyrisiting, undir hesum um løn, kontunummar, tænastustað, starv, lønarviðurskifti, útbúgving, fráveru vegna sjúku
 
Húðarlitur, ættarslag ella etniskur uppruni
 
Politisk, átrúnaðarlig ella heimsspekilig sannføring
 
Yrkisfelagsligt tilknýti
 
Heilsuupplýsingar, undir hesum ílegudátur
 
Biometriskar dátur við tí endamáli eintýtt at eyðmerkja
 
Kynslig viðurskifti
 
Revsiverd viðurskifti
 
Upplýsing um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 

 
Móttakarar
Bólkar av móttakarum, sum upplýsingar eru ella verða víðarigivnar til, undir hesum móttakarar í útlondum, triðjalondum og millumtjóðafelagsskapum

 

(t.d. aðrir myndugleikar, fyritøkur ella borgarar)
 

 
1. Bankar (Bank Nordik, Betri banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi)

 

Víðarigevingin fevnir um hesar upplýsingar um umsøkjarar

·          Kontunummar

·          P-tal

 

 

Upplýsingar verða ikki latnar bankanum um aðrar bólkar av skrásettum
 

 
Útlond, triðjalond og millumtjóðafelagsskapir
Upplýsing um flutning av persónupplýsingum til útlond, triðjalond og millumtjóðafelagsskapir

 

(t.d. um dátuviðgeri er í útlandi ella triðjalandi)
 
Striking
Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking

(Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking av ymsu sløgunum av upplýsingunum um ymsu bólkarnar av skrásettum)
Upplýsingar um umsøkjarar verða strikaðar í seinasta lagi 2 ár eftir, at umsóknin varð viðgjørd.

 

Upplýsingar verða leypandi latnar Tjóðskjalasavninum eftir reglunum í skjalasavnslógini.
Trygdartiltøk
Almenn lýsing av tøkniligu og bygnaðarligu trygdartiltøkunum

 

 
Fysisk mál eru í læstum skápi, sum bara formaðurin og leiðslan hava atgongd til.

 

 
 

 

12.4. Sp/f Brúgvin, yvirlit
 

Yvirskipað eru bert upplýsingar skrásettar um feløgini, ið leiga í bygninginum hjá Sp/f Brúgvin. Tó eru vakmyndatól sett upp uttanfyri bygninginum, ið fevna um persónupplýsingar. Umframt hetta leigar Sp/f Brúgvin summarhús út til limir, og viðgerð sostatt upplýsingar um limir. Sí yvirlit niðanfyri.  

 

Dátuábyrgdari
Myndugleiki/fyritøka, v-tal, og samskiftisupplýsingar

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)


Sp/f Brúgvin

Smærugøta 9A

100 Tórshavn
 
Felags dátuábyrgdari og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

 

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
 
 
Umboð fyri dátuábyrgdaran og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

 

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
Annfinnur Garðalíð

Smærugøta 9A

100 Tórshavn
 
Dátuverndarfólk og samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi

(bústaður, heimasíða, telefonnummar og teldupostur)
 
Endamál
Endamál (ini) við viðgerðini

 

(hetta kunnu vera fleiri viðgerðir, um endamálini  kunnu lýsast samlað, logiskt og samanhangandi)
-       Yvirvøka við vakmyndatóli

-       Útleiga av summarhúsi til limir
Bólkar av skrásettum og sløg av persónupplýsingum

 
Bólkar av skrásettum

 

(t.d. kundar, starvsfólk, borgarar)
Persónupplýsingar verða viðgjørdar um hesar bólkar av skrásettum:

i)   Vitjandi/leigarar í bygninginum hjá Sp/f Brúgvin

j)   Limir hjá FSN
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um vitjandi/leigarar

 

(set kross og lýs upplýsingarnar, sum eru fevndar av viðgerðunum)
Sløg av upplýsingum, sum viðgerast
 
Myndaupptøka
x
 
Sløg av persónupplýsingum sum viðgerast um limir hjá FSN

 

 (set kross og lýs upplýsingarnar, sum eru fevndar av viðgerðunum)
Sløg av upplýsingum, sum viðgerast
 
Samskiftisupplýsingar, undir hesum telefonnummar og teldupostur
X
Móttakarar
Bólkar av móttakarum, sum upplýsingar eru ella verða víðarigivnar til, undir hesum móttakarar í útlondum, triðjalondum og millumtjóðafelagsskapum

 

(t.d. aðrir myndugleikar, fyritøkur ella borgarar)
 

-       Viðv. útleigan av summarhúsi: Heimasíða, cottage.fo

-       Viðv. vakmyndatól: Trygdartøkni

 
Útlond, triðjalond og millumtjóðafelagsskapir
Upplýsing um flutning av persónupplýsingum til útlond, triðjalond og millumtjóðafelagsskapir

 

(t.d. um dátuviðgeri er í útlandi ella triðjalandi)
 
Striking
Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking

(Ætlaðu tíðarfreistirnar fyri striking av ymsu sløgunum av upplýsingunum um ymsu bólkarnar av skrásettum)
Upplýsingar um vitjandi/leigarar hjá Sp/f Brúgvin verða strikaðar í seinasta lagi 30 dagaur eftir, at upptøk fór fram.

 

 

Upplýsingar um limir, ið leiga summarhús, verða strikaðar X tíð eftir, at viðkomandi hevur leigað summarhúsið.  

 

 

 
Trygdartiltøk
Almenn lýsing av tøkniligu og bygnaðarligu trygdartiltøkunum

 

 
Upptøkurnar við vakmyndatóli hava bert formaðurin og næstformaðurin atgongd til.

 

Skrásetingin av, hvørjir limir leiga summarhúsið, hevur bert formaðurin atgongd til.

 
 

 

13.  Yvirlit yvir skipanir hjá FSN, har persónupplýsingar verða goymdar
 

NEMAjournal (Veitari: NEMA)
Journalskipan, sum verður nýtt til málsviðgerð. Limamál – upplýsingar um limir og limaviðurskifti
Navision (Veitari: Sp/f Stýr)
·         Bókhaldsskipan. Samskiftisupplýsingar hjá limum.
OneDrive (Veitari: Microsoft 365)
·         Upplýsingar um limir verða goymdar her – avrokningar, o.a.?
Outlook, Excel - Microsoft 365 (Veitari: Framskák)
·         Teldupostar

 
Heimasíða (Veitari: Qodio)

 
·         Upplýsingar um starvsfólk og nevndina (navn, teldupostur og mynd)

·         Kennifílar

·         Tilmelding til tíðindabræv (teldupost)

·         Vevkamera (kamera sum eru á bygninginum)

·         Limaskráseting: Persónupplýsingar koma inn sum ein teldupostur og verða síðani skrásettir í Navision
Vakmyndatól (Veitari: Trygdartøkni)
·         Upplýsingar um vitjandi, og leigarar í bygninginum. Viðgerðin av persónupplýsingum í sambandi við yvirvøku við vakmyndatóli er fevnd av dátuverndarlógini, sbt. § 5

·         Vakmyndatólini eru sett upp sambært § … (sí §4?) í vakmyndatólslógini

·         Vakmyndatólini eru sett upp í samsvar við vakmyndatólslógina.

·         Upptøkur verða strikaðar í seinasta lagi 30 dagar eftir, at upptøka er farin fram

·         Upptøkurnar verða ikki latnar víðari

·         Sbt. § 9, stk. 2 skal tann, ið setur vakmyndatól upp, boða Dátueftirlitinum frá. FSN hevur fráboðað vakmyndatól.

·         Bert formaðurin og næstformaðurin hava atgongd til upptøkurnar, og upptøkurnar verða goymdar á tryggari skipan.
 

 

 

Dátuverndarlóg

Eingir lutir