Viðtøkur

Lóg fyri Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Seinast dagførd 28. desembur 2020

 

§ 1

Navn og endamál:

Navn felagsins er Føroya Skipara- og Navigatørfelag, niðanfyri nevnd FSN.

§ 2

Felagið er íbirt til at vera stuðul navigatøranna í lønarspurningum og í stríði, ið kann koma at vera ímillum okkara og reiðaranna/arbeiðsgevara. Umframt til at starvast fyri øllum, ið kann vera føroyskari sjóvinnu og vinnulívi annars til bata.

§ 3

1. Limur kann tann gerast, ið tikið hevur navigatørprógv, ið gevur honum heimild til at gerast skipari.

2. Umframt kunnu tey, ið hava virki, ið nakað ber saman við navigatøranna, t.d. loðsar, flogskiparar, navigatiónslærarar, navigatiónsnæmingar, havnafútar, vitamenn, sýnsfólk v.m gerast limir.

3. Tey, ið hava verið felagnum til stuðul, kunnu, tá nevndin á aðalfundi setir fram uppskot um tað, gerast heiðurslimir.

§ 4

Limaskyldur

1. Allir limir eiga at geva seg undir lóg og reglugerð felagsins, umframt lógligar aðalfundar- og nevndarsamtyktir. Gera teir ikki tað, kunnu teir verða koyrdir/ strikaður úr felagnum.

2. Limum er ikki loyvt at mynstra upp á verri sáttmála enn tann, sum til eina og hvørja tíð er galdandi fyri limir. Um limur ger móti hesi reglu, skal nevndin í stundini gera honum greitt, at hann er koyrdur úr felagnum, og kann hann ikki gerast limur aftur, fyrr enn hann til felagið hevur rindað eina bót svarandi til 10% av teirri til eina og hvørja tíð galdandi mánaðar minstuløn.

3. Bótin fer í Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

§ 5

Limir hava skyldu til at gera seg kunnigar við tær lógir og reglugerðir, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi fyri limirnar. Limir kunnu ikki við at skjóta seg inn undir ókunnleika til hesar, sleppa sær undan skyldum ella vinna rættindi mótvegis FSN.

§ 6

Limagjald

1. Ársaðalfundurin ásetur limagjaldið fyri:

A: Virknar limir á sáttmálaøkinum hjá FSN og teir sum eru undir øðrum avtalaðum setanartreytum og sum skulu rinda tað til eina og hvørja tíð galdandi limagjald av sáttmálalønini.

B: Hvílandi limir, sum starvast á starvsøki har FSN ikki hevur sáttmála. Hesir kunna verða við í samlagstryggingini hjá LÍV, við at rinda eitt árligt limagjald, sum aðalfundurin ásetir, umframt  galdandi gjald, sum samlagstryggingin kostar pr/md.

C: Hvílandi limir, hesir eru m.a. pensjónistar, navigatørar í øðrum størvum og teir, sum eru virknir limir í útlendskum felagi.

2. Nevndin hevur rætt til vegna limirnar, at gera avtalu við avvarðandi lønútgjaldara, um at hesin tekur galdandi limagjald/avgjald av lønini.

§ 7

Aðalfundur

1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN.

2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár. Limagjald fyri viðkomandi ár fyri hvílandi limir, verður at krevja inn í mars mánaði ígjøgnum sjálvvirkandi inngjaldsskipan.

3. Skipast skal so fyri at limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, hava høvi til at greiða brævatkvøðu til nevndarval á skrivstovu felagsins. Atkvøðuseðlarnir verða upptaldir av grannskoðarum felagsins.

4. Nevndin skipar fyri, at atkvøðast kann við brævi teir seinastu 3 mánaðirnar framman undan aðalfundinum.

5. Bert virknir limir, sum hava høvuðsstarv sítt innan sáttmálaøkið, ella virknir limir, sum eru løntir eftir lønartalvu felagsins hava rætt at seta fram uppskot til støðutakan á aðalfundi. Formaður og nevndarlimir hava tó altíð rætt til at seta fram uppskot til aðalfundin" uppskot skula minst 1 viku frammanundan verða komin til skrivstovu felagsins.

 

§ 8

1. Ársaðalfundurin verður hildin í desember/januar mánaði.

2. Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá ið nevndin ella í minsta lagi 15 % av virknu limum felagsins skrivliga krevja tað við tilskilan av máli, sum ynski er um at viðgera á fundinum.

3. Boðað verður til aðalfund við dagsskrá  í minsta lagi 14 dagar frammanundan, við lýsing í minst einum føroyskum dagblaði, umframt at lýst verður í útvarpi dagin fyri og sama dag, sum aðalfundurin verður hildin.

Um mál hevur serligan skund kann nevndin avgera, at eykaaðalfundur kann lýsast við 5 daga freist.

4. Dagsskrá á ársaðalfundinum er henda:

a) Val av fundarstjóra

b) Frásøgn formannsins um virki felagsins í farna ári

c) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

d) Val av nevndarlimum 

e) Val av grannskoðara

f) Ásetan av limagjaldi 

g) Støðutakan til innkomin mál

h) Ymiskt

5. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá minst 20 limir eru á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, sí tó §§ 19 og 20. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er uppskotið fallið.

 

§9

Er ársaðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður lýst til eykaaðalfund eftir somu mannagongd, sum í §8.

Tó kann fundurin tá verða lýstur við styttri ávarin, um møttu limirnir til ársaðalfundin samtykkja tað.

 

§ 10

Nevnd

1. Nevnd felagsins telur 11 limir, sum verða valdir á ársaðalfundi millum virknu limir felagsins, sum starvast á sáttmálaøki felagsins, ella virknir limir, sum eru løntir eftir lønartalvum felagsins . fyri tvey ár, tó soleiðis, at ávikavist 5 og 6 standa fyri vali á hvørjum ársaðalfundi. Upp til 2 limir av teim 11 limunum kunnu tó verða valdir millum hvílandi limir felagsins, har 1 hvílandi limur, um valdur, stendur fyri vali á hvørjum ársaðalfundi. Valbarið skal kannast fyri valið.

2. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni á fyrsta nevndarfundi aftaná ársaðalfundin.

3. Nevndin kann sjálv seta skrivara.

 

§ 11

1. Nevndin skipar sjálv fyri virki sínum við teimum treytum, sum henda lóg ásetur.

2. Nevndin ásetur sjálv samsýning fyri nevndararbeiði.

3. Formaðurin ansar eftir, at allir nevndarfundir verða førdir í gerðabók. Henda skal greitt lýsa allar avgerðir nevndarinnar og skal verða undirskrivað av hjástøddu nevndarlimum.

4. Um nevndarlimur hevur forfall, skal hann siga formanninum frá í góðari tíð framman undan fundinum.

5. Avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum meiriluta. Fundurin er viðtøkuførur, tá ið minsta lagi 5 nevndarlimir eru á fundi.

6. Nevndarlimur skal víkja sæti, tá mál eru til viðgerðar har hann verður mettur at verða ógegnigur.

§ 12

Felagið verður teknað av formanninum. Við keypi, sølu og veðseting av fastari ogn, krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanni og í minsta lagi 2 nevndarlimum.

§ 13

Roknskaparár

1.Roknskaparár felagsins er frá 1. november til 31. oktober.

2.Roknskapurin skal verða grannskoðaður og váttaður av góðkendun grannskoðara.

§ 14

Virki felagsins

1.Allir sáttmálar, ið felagið ger, skulu felagsins vegna verða undirskrivaðir av formanninum, ella við skrivligari heimild frá formanninum til ein nevndarlim í nevndini hjá FSN

2.Í serstøkum førum kann nevndin gera av, at spurningar til avgerðir verða lagdir fyri ársaðalfundin ella eykaaðalfund.

3.Limir felagsins hava skyldu til at geva seg undir teir sáttmálar, sum FSN ger.

§ 15

Limir felagsins hava skyldu til at flýggja nevndini tað hagfrøðiliga tilfar, sum henni nýtist fyri at útinna virki felagsins.

§ 16

1. Limir felagsins fáa ókeypis løgfrøðiliga hjálp í trupulleikum arbeiðsviðurskiftum viðvíkjandi, sum taka seg upp, aftan á at viðkomandi er vorðin virkin limur.

2. Virkin limur er tann sum nevndur er í grein 6, stk. 1 pkt A.    

3. Fyri limir sum eru nevndir er í grein 6, stk. 1 pkt B og C kann FSN átaka sær sakarførðslu móti, at viðkomandi rindar møguligan sakarkostnað.

§ 17

Á ársaðalfundi kann verða samtykt fyri felagslimirnar at stovna serstakar peningagrunnar, t.d. sjúkrastudningsgrunn og einkjugrunn. Fyri slíkar grunnar eiga at vera samtyktar serligar skipanir, og skal nevndin standa felagnum til svars fyri hesar grunnar. Um formaðurin ella nevndarlimir fáa ov nógv arbeiði av hesum grunnum, kann á aðalfundi verða samtykt at veita teimum eina hóskandi samsýning í peningi.

§ 18

Um rakstur felagsins gevur avlop, so skal nevndin tryggja, at peningurin verður umsitin á fulltryggan hátt, sum gevur størst møguligt avkast, alt til frama fyri FSN og limir tess.

§ 19

Lógarbroyting

1. Lógarbroyting kann verða samtykt  á ársaðalfundi, tá uppskotið til lógarbroyting er lýst sum mál á skránni

2. Til at samtykkja avgerðir um broyting av lógum felagsins krevst, at uppskot hevur fingið í

minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum.

3. Er ársaðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður boðað til eykaaðalfundar. Á hesum fundi kunnu broytingar verða samtyktar við vanligum atkvøðumeiriluta. 

§ 20

Avtøka av felagnum

1.     FSN kann bert verða avtikið, um avgerð verður tikin um hetta á eykaaðalfundi, har avtøka er einasta mál á dagsskránni.

 

2.     Til at samtykkja tílíkt uppskot krevst, at í minsta lagi ¾ av greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum, og at í minsta lagi helmingurin av limum felagsins eru á fundinum.

 

3.     Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður boðað til nýggjan eykaaðalfund. Uppskotið er tá samtykt, um ¾ av teimum møttu atkvøða fyri, sama hvussu nógvir møta.

Tórshavn, tann  28. desember 2020.