Gerst limur

Innliman og broytingar

Tá verandi limir broyta t.d. adressu ella tá felagið manglar upplýsingar t.d. føðingardag hjá núverandi limi, heita vit á limirnar um at brúka formularin, sum er niðanfyri.

Vit gera vart við, at í felagnum eru tríggir bólkar av limum. Skriva í frymilin niðast um tygum ynskja at vera A, B ella C limur.

A:
Hesir eru virknir limir, sum gjalda 1% av sáttmálalønini, men frítíðarlønin undantikin.

B:
Hesir eru hvílandi limir, sum starvast á starvsøki, har FSN ikki hevur sáttmála.
Hesir limir eru teir, sum felagið onga avrokning fær frá t.d. tí teir sigla úti. 
Limir í bólki B gjalda 1.000,- kr. um árið, og kunnu hava atgongd til samlagstryggingina, sum FSN hevur við LÍV. 

C:
Hesir limir eru m.a. pensjónistar, navigatørar í øðrum størvum, og teir, sum eru virknir limir í útlendskum felag. 
Limir í bólki C gjalda 300 kr. um árið. Teir skulu venda sær til LÍV og fáa eina avtalu hjá LÍV.
 

Gerst limur