Samlagstrygging

Samlagstrygging hjá LÍV

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur avtalu við LÍV um samlagstrygging. 

Allir virknir limir felagsins kunnu vera við í hesari trygging.

Gjaldið fyri samlagstrygging - hjá teimum, sum hava eftirlønarskipan hjá LÍV, verður drigið frá inngjaldinum til eftirløn og hesir limir ella teirra arbeiðsgevarar skulu sostatt ikki gjalda serstakt gjald fyri samlagstryging.

Teir limir, sum ikki hava eftirløn hjá LÍV skulu gera avtalu við LÍV um gjald fyri Samlagstrygging (300,- kr. um mánaðin).

Tryggingarupphæddir

Galdandi frá 1. januar 2018.

  • Um limur doyr: kr. 800.000,-
    Høvuðsupphæddin lækkar frá 51-ára aldri við kr 25.000 (hvørt ár) til upphæddin er kr. 400.000
  • Um hjúnafelagi/sambúgvi doyr: Hálv høvuðsupphædd
  • Um limur fær hættisliga sjúku: kr. 150.000,-
  • Um barn hjá limi fær hættisliga sjúku: kr. 150.000,-

Tryggingin er galdandi til limur er 67 ár.

Leiðbeining

Ynskist nærri leiðbeining ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV ella Føroya Skipara- og Navigatørfelag. 

Faldarar

Umsókn

Umsókn um útgjald vegna ávísa hættisliga sjúku.