Tíðindi

Ringasta uppliving var at missa ein mann

16 des 2021

1. Fult navn, bústaður, føddur, børn?
Arni Hansen er føddur 11. desember 1953 og býr í Norðagøtu. Hann eigur fýra børn. Eina gentu og tríggjar dreingir.

2. Útbúgving?
Skipari.

3. Starv?
Skipari og ein av eigarunum í Varðanum. Frá 1987-04 var hann skipari við Tróndi í Gøtu og síðani við Finni Fríða.

4. Hvussu heldur tú, útlitini eru hjá navigatørunum?
Ein víður spuringur, sum er torførur at svara uppá, men at hava eina góða og fulla útbúgving sum navigatørur gevur tær góðar møguleikar í lívínum, har tað er lætt at sleppa víðari. Eingin eigur ikki at steðga við útbúgving sum skipari, men taka fulla útbúgving sum skipasførari.

5. Nær fór tú fyrstu ferð til skips?
Í 1969 við garnaskipinum, Jens Mohr.

6. Hvørjum skipi hevur tú siglt við?
Jens Mohr, Saturn, síðani á stýrimansskúla, og haðani umborð á elsta Finn Fríða, og víðari umborð á Boðanes og Logos. Síðani skipari í umleið trý ár við Sporinum, ið partrolaði við Saturn. Hereftir skipari á Tróndi í Gøtu og Finni Fríða.

7. Longsti túrur til skips?
Við Jens Mohr fimm mánaðar við gørnum, har fiskiskapurin var vánaligur, og tí fóru vit víða um undir túrinum. Vit byrjaðu undir Føroyum, og fóru síðani víðari undir Ísland og hereftir bæði undir Grønland og Kanada.

8. Frítíðarítriv?
Havi 15 seyðir og ein lítlan bát, sum mær dámar væl at flota mær við. Somuleiðis ferðast vit nógv.

9. Slag av bili?
Mercedes ML350

10. Telda?
Ipad og Iphone

11. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð?
Mær dámar væl at lesa andaligan lesnað, serliga í hesi tíðini at lesa jólaboðskapin. Filmi hyggi eg ikki nógv eftir.

12. Besti tónleikur/sangur?
Mær dámar væl lættan sang, serliga gospel, og tá sangirnir byggja á eina góða søgu. At hoyra “Bjart várs faðirs náði skínur yvir land og yvir hav” er ótrúliga flott at hoyra. Serliga tá sangurin verður sungin av einum góðum kóri í einum stórum og hábærsligum katedrali.

13. Hvat kann gera teg gleðan?
Tá familjan hevur tað gott. Eisini dámar mær sera væl at vera saman við konuni. Tað hevur helst nakað at gera við, at eg havi verið so nógv burtur, og tí eru løturnar saman við henni sera dýrabarar fyri meg.

14. Hvat kann øsa teg?
Tá man ikki roynir alt fyri at loysa ein trupulleika ella taka ímóti eini avbjóðing.

15. Hvat metir tú er ein góður skipari?
Hann, sum torir at lata ábyrgd upp í hendurnar á teimum yngru, og gevur teimum álit. Tað vil siga, at ein sum dugir at seta yngri kreftir við og tí ikki stendur einsamallur og hevur ongan at taka við, tá hann skal rigga av.

16. Onkur serlig hending í tínum sjólívi, góð/minni góð?
At tað hevur gingið reiðarínum væl. Tann ringasta hendingin er, tá vit mistu ein mann, sum fekk ein veir um høvdið, meðan vit lógu við kai. Tað var sera tungt at koma ígjøgnum og hevur ávirkað mítt lív.


(Mynd: Kvf.fo)


15 apr 2025
Broytingar ávegis í norskari lóg. Hetta kann koma at ávirka FAS skip sum sigla á Norskum sokkli.
26 mar 2025
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
18 mar 2025
Semja undirskriva millum FSN RFH
4 mar 2025
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum FSN og RFH eru slitnaðar
21 feb 2025
Sáttmálin millum FSN og RFH er framlongdur í eina viku t.v.s. fram til 7. mars
11 feb 2025
Fyrireiking til Fasta Gerðarættin sum verður 17. feb 2025
4 feb 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
3 feb 2025
FSN-formaðu­rin ovfarin av frídøming