Tíðindi

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag slitnaðar

30 mar 2022

Tann 4. mars 2022 handaðu partarnir sáttmálakrøvini í Vinnuhúsinum, nakrir fundir hava verði, men tað serliga hesaferð er, at manningarfeløgini eru ikki í felagssamráðingum. Tó skal sigast, at nøkur av punktunum hjá manningarfeløgunum líktust so mikið nóg, at ein roynd var at samanskriva hesi fáu krøv, men uttan úrslit. Eftir hetta fóru partarnir aftur til egnar samráðingar. Í dag 30.03.2022 kl 10:00 hittust partarnir aftur í vinnuhúsinum, men einki kom burtur úr. Kl 14:00 í dag var ein felagsfundur millum Manningarfeløgini og FR í í Vinnuhúsinum, hetta fyri at taka saman um samráðingarnar. Føroya Reiðarafelag kom til tað niðurstøðu, sum støðan var, so vildu teir boðsenda semingsstovnin inn. Semingsstovnurin kom beinanvegin, og sum vannligt er, so verður oftani ein sáttmáli framlongdur, men til hetta svaraði Føroya Skipara og Navigatørfelag, og sum einasta felag nei til at framleingja sáttmálan. Sáttmálin gongur út á midnátt hóskvøldið 1. apríl. Møguligani framleingir semingsstovnurin sáttmálan í eina viku, og tað er tað hann hevur loyvi til.

Føroya Skipara og Navigatørfelag hevur avtalað fund við semingssstovnin fríggjamorgunin kl 10:30 í FSN


Myndarøð
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum