Tíðindi

Semj gjørd viðvíkandi avloysaraskipinum Herjálfur lll

8 jul 2022

Partarnir FMR og FSN hava gjørt semju um flokking av Herjálfi lll. Avtalan inniberð, tá Herjálfur lll siglir í stadin fyri Smyril, tá skula skiparar og stýrimenn lønast sum skiparar og stýrimenn umborð á Smyril.

Tá Herjálfur lll siglir einans við farmi og Smyril siglir sum vannliga, tá verður manningin á Herjálfi avrokna eftir lønartalvur virkandi sum farmaskip, hetta er tó sama lønartalva sum er millum FMR og FSN, men ein annaleiðis avrokning.

Semjan:

Semja millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Føroya Skipara- og navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hinumegin um flokkingar viðvíkjandi Herjólf III

§ 1. Ferðafólkasigling Tá Herjólf III avloysir Smyril sum ferðafólkaskip á suðuroyðarleiðini hava navigatørar og maskinmenn somu flokkingar sum á Smyril.

§ 2. Farmasigling Tá Herjólf III siglir farmasigling sum eykaskip verður flokkingin av navigatørum og maskinmonnum sum niðanfyri lýstar (flokkingarnar vísa til hjáløgdu lønartalvurnar). Skiparin á Herjólf III fær harumframt eina ikki eftirlønargevandi viðbót uppá kr. 750 um mánaðin.

Løntur í lønarflokki: Skipari 7A Yvirstýrimaður 6 1. stýrimaður 4 2. stýrimaður 2

Maskinstjóri 7A 1. meistari 6 2. meistari 5

Tórshavn 28. Juni 2022

Føroya Skipara- og navigatørfelag Maskinmeistarafelagið Fíggjarmálaráðið

Annfinnur Garðalíð Ólavur Gunnarsson Jan Mortensen

Lønartalvan liggur undir lønartalvur. Semjan liggur undir semjur.


19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð