Tíðindi

Brúgvakaffi í Føroya Skipara-& Navigatørfelag

9 mar 2023

Góðu limir í Føroya Skipara- & Navigatørfelag,

Í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, fara vit undir at gerða eitt nýtt átak/tiltak, fyri okkara limir við heitinum Brúgvakaffi.

Ætlanin er at hava Brúgvakaffi uml. eina fer um mánaðin, har vit vilja bjóða okkara limum, at verða hjartaliga vælkomnir niðan í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Smærugøtu 9A, 100 Tórshavn, til eina hugnaliga løtu við kaffiprátið, har tað eisini verður møðuligt, at seta spurningar til formannin og nevndina í Føroya Skipara- & Navigatørfelag. Formaðurin Annfinnur Garðalíð, fer at greiða eitt sindur frá sáttmálasamráðingunum.

Til okkara fyrsta Brúgvakaffi, ið verður týsdagin tann, 4. Apríl 2023, kl 10:00 – 12:00. Ynskja vit at bjóða okkara limun kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.

Endamálið við átakinum Brúgvakaffi, er at felagið og limirnir blíva hvørjum ørðum meira viðkomandi.

Tað er ikki neyugt at boða frá luttøku, vónandi verður góð undirtøka fyri Brúgvakaffi.


28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
20 mar 2026
Nú ber aftur til, at tekna eina viðgerðartrygging hjá GJENSIDIGE.
19 mar 2026
Samráðingar­nar fyri fiski­skip­ini byrja í næstu viku
15 mar 2026
Gravgangur eftir brúgvakaffi
11 feb 2026
Captains Cottage
2 feb 2026
Í dag hava partarnir FSN og KAF handað sátt­mála­krøv­ini