Tíðindi

Brúgvakaffi á Føroya Skipara-& Navigatørfelag

4 apr 2023

Í dag 04.04.2023 kl 10:00 til 12:00 var fyrsta royndin við at hava Brúgvakaffi fyri limir felagsins. Tað má sigast, at hetta átak eydnaðist avberða væl, tað møttu 22 limir til hesa fyrstu royndina, og vóru teir umboðandi allar sáttmálarnar hjá felagnum. Formaðurin bjóðaði vælkomin, og síðani greiddi hann frá ymisku samráðingunum sum felagið hevur havt í vár. Formaðurin greiddi eisini frá komandi samráðingunum sum liggja fyri framman, t.d. samráðingarnar við FMR - KAF - FR so her er nógv at takast við, allarhelst tað mesta av hesum árðinum. Fleiri spurningar vóru eisini viðv samráðingunum. Møttu limirnir vóru væl nøgdir við tiltakið, og vónaðu, at hetta bleiv endurtikið. Ætlanin er at hetta tiltak verður aftur um ca ein mánað pluss eina viku.


Myndarøð
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.