Tíðindi

Ársaðalfundurin hjá FSN

3 jan 2025

Ársaðalfundurin hjá FSN var hildin á Hotel Hilton Garden Inn tann 28. dec 2024. Byrja var við morgunmati og innskrivan av limum. Møttir vóru 55 limir, hetta er nakan minni enn síðsta ársaðalfund tá vóru ca 70 limir møttir. Men sigast má, at áhugin fyri at velja í nevnd er stórur, heili 75 brævatkvøður vóru komnar inn undan ársaðalfundinum. Grundin til at færri vóru hesaferð var nakk tann, at uppsjóarvinnan hevði stóra kvotu sum ikki var fiska og høvdu teir fingið boð um at fiska taað sum fiskast kundi áðrenn ársskiftið. Fundurin var hildin sambært viðtøkum felagsins. Til nevndarvalið hesaferð stóðu seks persónar fyri valið, ein hevði boða frá, at hann tók ikki við afturvalið. Sostatt kom ein nýggjur persónur í nevndina hjá FSN. Samanum tiki má sigast, at hetta var ein sera góður og siðiligur fundur


Myndarøð
19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð