Tíðindi

Nordisk Navigatør Kongress í Føroyum

30 aug 2019

Føroya Skipara -& Navigatørfelag var vertur fyri seinnu árligu Nordisk Navigatør Kongressini í august mánað í ár.

Tann 27. august var Nordisk Navigatør Kongress hildin í hølunum, hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag.

Endamálið við hesum kongressum er, at Norðurlendsku Navigatørfeløgini koma saman og tosa um ymiskt, sum rørir seg á maritima økinum. Nevnast kann til dømis, arbeiðsloysi, sáttmálasamráðingar, fiskivinnan, oljuvinnan, ferðamannaskip, ymiskt viðv IMO, SOLAS og MARPOL. Í januar mánað eru vanliga ymisku Sjóvinnustýrini í Norðurlondum við, har vit hava møguleikar fyri at koma við ymiskum spurningum og fáa teir viðgjørdar.

Hesaferð bjóðaðu vit Maritima Útbúgvingarráðnum í Føroyum við, har Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, tosaði um Bachelor útbúgvingina, fyri skipsførarar og maskinmeistarar.

Eftir kongressina bjóaði FSN gestunum Eina útferð til Kirkjubøðar, har Jóanes Paturson greiddi so megnarligani frá søguni.


Myndarøð
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026