Tíðindi

Kunningarfundur um tína pensjón

18 sep 2019

Kunning um tína fíggjarligu støðu, tá tú fert av arbeiðsmarknaðinum LÍV og Føroya Skipara- & Navigatørfelagið bjóða tær til eina framløgu um tína støðu, tá ið farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tiltakið snýr seg um lívið sum pensjónistur, og vit taka útgangsstøðið í tær. Í framløguna koma vit inná:  Fólkapensjón • Grundupphædd • Viðbót  Arbeiðsmarknaðareftirløn

Framløgan tekur útgangsstøði í nýggju Pensjónsskipanini, sum endaliga fær virknað 1. januar 2020. Komið verður inná nær fólkapensjónin verður ávirkað av útgjøldum frá LÍV ella aðrari lønandi inntøku. Umframt verður gjøgnumgongd av tryggingarviðurskiftunum, sum Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevur við LÍV. Á henda hátt kanst tú síggja, hvussu tín støða verður, tá ið tú fert av arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin er, at framløgan fer at elva til eitt viðkomandi kjak og spurningar. Tiltakið verður hildið: Hóskvøldið tann 19. september 2019 kl. 19:00 í Bovlinghøllini í Leirvík Týskvøldið tann 24. september 2019 kl. 19:00 í Miðnámsskúlanum í Hovi Hóskvøldið tann 26. september 2019 kl. 19:00 í Smæruni í Tórshavn Vit bjóða ábit og kaffi/the. Eg vóni at síggja teg og kunna teg nærri um hesi viðurskifti. Liggur ikki fyri at møta, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.

Vinaliga Føroya Skipara-& Navigatørfelag


28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
20 mar 2026
Nú ber aftur til, at tekna eina viðgerðartrygging hjá GJENSIDIGE.
19 mar 2026
Samráðingar­nar fyri fiski­skip­ini byrja í næstu viku
15 mar 2026
Gravgangur eftir brúgvakaffi
11 feb 2026
Captains Cottage
2 feb 2026
Í dag hava partarnir FSN og KAF handað sátt­mála­krøv­ini