Tíðindi

Menn mugu tora betur at tosa um kenslur

23 des 2025

FSN-formaðurin er sjálvur ein teirra, sum hevur staðið fram og greitt frá um snávingarsteinarnar á síni lívsleið, og hann leggur dent á stóra týdningin, tað hevur at fáa sett orð á kenslur og trupulleikar. Hann sigur, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag eisini altíð er til reiðar at hjálpa limum, sum stríðast við onkra sálarkvøl

Tað er ein avoldað uppfatan, at rættir menn ikki mugu vísa kenslur, og tann uppfatanin kann enntá vera vandamikil fyri ein brúgvayvirmann – bæði fyri hann sjálvan og tey, sum hann hevur ábyrgd av og skal vera fyrimynd fyri.

Tað heldur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum til seinasta brúgvakaffi hjá felagnum hevði biðið Kjartan Kjartansson koma at siga frá um gitna Flemish Cap-túrin.

Les eisini: Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum - 32 doyðu

Les eisini: Tøgn lekir ongi sár

- Alt ov nógvir menn, ikki minst sjómenn, fara sálarliga í smildur, tí teir skammast við at tosa um kenslur og halda seg aftur við at biðja um hjálp, tá okkurt nívir í sinninum. Tað er tíbetur blivið eitt sindur frægari, men enn er langt á mál, áðrenn tað er vorðið púra náttúrligt hjá monnum at seta orð á traumur og sálarliga pínu, sigur hann.

FSN-formaðurin heldur avgjørt, at felagið eigur at ganga á odda at bróta gamlar kenslufordómar niður, og hann leggur dent á, at limir altíð eru vælkomnir at venda sær til felagið, um teir stríðast við onkra sálarkvøl.


2 feb 2026
Í dag hava partarnir FSN og KAF handað sátt­mála­krøv­ini
30 jan 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
28 jan 2026
FSN vil eisini av við lívrentuna
27 jan 2026
Nordisk Navigatør Kongress í Helsingør
27 des 2025
Annfinnur heldur fram sum formaður
27 des 2025
Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir
27 des 2025
Aðalfundu­rin er í gongd – tað verður dystarval
23 des 2025
Sigurfari bjargaði lívinum á fimm russiskum sjófólkum – 32 doyðu