Tíðindi
Aðalfundurin er í gongd – tað verður dystarval
Seks valevni eru til fimm nevndarsessir í FSN. Í løtuni leggur formaðurin fram frágreiðing um virksemið í farna ári
Ársaðalfundurin 2025 hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, er byrjaður. Elias Zachariasen, næstformaður í felagnum, er valdur til fundarstjóra.
Byrjað var við einari løtu í tøgn at minnast teir limir, ið farnir eru síðan seinasta ársaðalfund. Í løtuni leggur Annfinnur Garðalíð fram sína frágreiðing um virksemi felagsin í farna ári.
Síðan skal grannskoðaður roknskapur leggjast fram til góðkenningar, áðrenn farið verður undir tað punktið, ið dagsskránni, sum størstur spenningur helst er um, nevniliga nevndarvalið.
Annfinnur Garðalíð, formaður, leggur fram frágreiðing fyri virksemið í farna ári. Fremst í myndini er tað Elias Zachariasen, næstformaður, sum bleiv valdur til fundarstjóra
Tað er greitt, at talan verður um dystarval, tí seks valevni stilla upp at manna fimm nevndarsessir. Teir fimm nevndarlimirnir, sum eru uppá val, eru Elias Zachariasen, Alfred Jacobsen, Jákup Gøthe, Finnbogi Berg og Jørgen Nielsen. Teir fýra fyrstu stilla allir uppaftur, men tað ger Jørgen Nielsen ikki. Afturat eru so tvey nýggj valevni, nevniliga Jørgin Thomsen og Petur Mohr.
Tíðindini verða dagførd so hvørt, okkurt nýtt er at frætta.
Útvið 60 limir eru innskrivaðir til ársaðalfundin hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag hesa ferð, og um eina løtu skulu teir - saman við innkomnu brævatkvøðunum - velja fimm nevndarlimir, sum tað eru seks valevni til
...
Tey valevni, sum eru til staðar, hava havt høvi at siga, hvørji tey eru, atkvøðugreiðslan er liðugt, og uppteljingin er í gongd. Alfred Jacobsen, havnaumsjónarmaður hjá Tórshavnar Havn, fekk ikki møtt á aðalfundinum, og somuleiðis Finnbogi Berg, ið siglir sum yvrstýrimaður á Glyvursnesi hjá Smyril Line.
Hini valevnini eru avmyndað niðanfyri.
Elias Zachariasen, núverandi næstformaður í nevndini, starvast hjá Vørn
Jákup Gøthe, uppilagstur, fyrrverandi Thor Shipping, situr í nevndini frammanundan
Jørgen Thomsen, stýrimaður á uppsjóvarskipinum Gøtunesi, er nýtt valevni
Petur Mohr, yvirstýrimaður á Ternuni hjá Strandfaraskipum Landsins, er nýtt valevni
Meðan uppteljingin fer fram, er døgurðasteðgur, og fundurin verður tikin upp aftur klokkan 12.30.