Tíðindi

Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir

27 des 2025

Formaðurin takkaði Finnboga Berg, ið fall á nevndarvalinum, og Jørgen Nielsen, sum ikki stillaði uppaftur, fyri teirra góða íkast í nevndararbeiðið

Nú er talt upp, og úrslitið av nevndarvalinum í FSN bleiv, at Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir við ávikavist 48 og 44 atkvøðum. Finnbogi Berg, sum sat í nevndini frammanundan, bleiv ov stuttur hesa ferð, hann var ikki til staðar á aðalfundinum og fekk 19 atkvøður. Jørgen Nielsen stillaði ikki uppaftur. Elias Zachariasen fekk 66 atkvøður, Alfred Jacobsen 44 atkvøður og Jákup Gøthe 28 atkvøður, og blivu teir allir afturvaldir.

Hinir nevndarlimirnir eru Annfinnur Garðalíð, Martin Mohr í Grund, Kristian Oskar Henriksen, Jónfinn Poulsen og Arnfinn Hansen.

Nevndin er júst farin í einrúm at skipa seg.

Jørgen Thomsen bleiv nývaldur við 48 atkvøðum

Petur Mohr bleiv nývaldur við 44 atkvøðum

Jørgen Nielsen hevur sitið í nevndini í nøkur ár, men stillaði ikki uppaftur. Hann takkaði fyri eina spennandi og læruríka tíð í nevndini


17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
20 mar 2026
Nú ber aftur til, at tekna eina viðgerðartrygging hjá GJENSIDIGE.
19 mar 2026
Samráðingar­nar fyri fiski­skip­ini byrja í næstu viku
15 mar 2026
Gravgangur eftir brúgvakaffi