Tíðindi

Samráðingarnar fyri fiskiskipini byrja í næstu viku

19 mar 2026

Krøvini til nýggjan sáttmála fyri fiskiskipini eru handað, og fyrsti samráðingarfundur verður týsdagin 24. mars

Seinnapartin í gjár, mikudagin, handaðu Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag hvørjum øðrum krøvini í sambandi við samráðingarnar um sáttmálan fyri fiskiskipini.

Partarnir fóru ígjøgnum krøvini punkt fyri punkt og avtalaðu at hava fyrsta samráðingarfundin týsdagin 24. mars klokkan 13 í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Á myndini er tað úr vinstru umboðini fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag Jørgin Thomsen, nevndarlimur, Annfinnur Garðalíð, formaður, og Elias Zachariasen, næstformaður, og umboðini fyri Reiðarafelagið Páll Holm Johannesen, stjóri í Felagnum Nótaskip, Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, og Kristoffur Laksá, ráðgevi.


8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum