Tíðindi

Nú ber aftur til, at tekna eina viðgerðartrygging hjá GJENSIDIGE.

20 mar 2026

FSN hevur fingið fleiri spurningar frá limum felagsins, um at tilmelda seg viðgerðartryggingina GJENSIDIGE. Í fjør vúru tað rættuligani nógvir limir í FSN sum tilmeldaðu seg hesa trygging. Eftir at tílmeldingarfreistin var úti, so hava fleiri spurt eftir hesi trygging.

Nú ber so aftur til at fáa sær hesa trygging, men frá 1. Apríl 2026 til 1. mai 2026. So her er ein mánaði at tekna seg í.

Tit fáa bræv sendandi frá LÍV um hetta. Men um onkur ikki fær tilboði, so kann tað skyldast, at vit ikki hava røttu meyl adressuna.

Tryggja teg við viðgerðartrygging

Góðan dagin, Í samstarv við Føroya Skipara og Navigatørfelag og Gjensidige Forsikring bjóða vit enn einaferð limum í Føroya Skipara og Navigatørfelag at tekna eina viðgerðartrygging. Hetta tilboðið er galdandi fyri teir limir, sum ikki tóku av møguleikanum fyri einum ári síðani, og sum nú fáa høvi at tekna viðgerðartryggingina undir somu treytum. Skjóta & góða viðgerð Viðgerðartrygging er til tín, ið ynskir trygd fyri skjótari og góðari viðgerð, um illa vil til. Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi. Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva. Frítíð & arbeiðstíð Viðgerðartryggingin er galdandi í frítíð og arbeiðstíð, og ert tú sostatt tryggjað/ur alt samdøgrið. Tá ið tryggingin verður teknað í bólki, ið telur fleiri enn 5 fólk, er pína, sjúka og skaði umfatað av tryggingini frá fyrsta degi. Viðgerðir, sum longu eru í gongd á annan hátt, verða ikki dekkaðar. Kostnaður Hesir prísir eru galdandi Limur: 1.867 kr. árligt gjald Hjúnafelagi/sambúgvi: 1.933 kr. árligt gjald Tilmelding Tú hevur møguleika at taka av hesum tilboðið í tíðarskeiðinum 01.04.2026 til 01.05.2026. Treytað av at tú hevur samlagstrygging gjøgnum Føroya Skipara og Navigatørfelag umvegis LÍV. Tá ið freistin á tíðarskeiðinum er farin, er ikki møguligt at koma við í viðgerðartryggingina umvegis Føroya Skipara og Navigatørfelag. Tó verður gjørt vart við, at viðgerartrygging er obligatorisk fyri allar nýggjar limir í felagnum. Gjalding Sum limur rindar tú sjálvur fyri hesa tryggingina. Rokningin verður send frá Gjensidige beinleiðis heim til tín. Tryggingargjaldið kann ikki rindast av pensjónsgjaldinum. Upphæddin er ein árlig upphædd. Møguligt er at tekna hjúnafelag/sambúgva fyri upplýsta prís, henda rokning verður eisini send beinleiðis heim til tykkara. Vinarliga boða okkum frá á angela@liv.fo skjótast gjørligt um tú ynskir at tekna eina viðgerðartrygging. Freistin at boða okkum frá er 01.05.26. Vit frætta eisini fegin, um tryggingin ikki hevur áhuga. Vinarliga Tryggingarfelagið LÍV


20 mar 2026
Nú ber aftur til, at tekna eina viðgerðartrygging hjá GJENSIDIGE.
19 mar 2026
Samráðingar­nar fyri fiski­skip­ini byrja í næstu viku
15 mar 2026
Gravgangur eftir brúgvakaffi
10 mar 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
11 feb 2026
Captains Cottage
2 feb 2026
Í dag hava partarnir FSN og KAF handað sátt­mála­krøv­ini
28 jan 2026
FSN vil eisini av við lívrentuna
27 jan 2026
Nordisk Navigatør Kongress í Helsingør