Tíðindi

Semingsstovnurin hevur kastað frá sær

28 apr 2026

Samráðingarnar millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag um nýggjan sáttmála fyri fiskiskipini eru í kvøld slitnaðar úrslitaleysar. Síðan 20. apríl hevur Semingsstovnurin verið uppi í samráðingunum, sum hava verið á Hotel Føroyum.

Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini 19. mars, so formligu samráðingarnar kundu byrja, men longu eftir bara tveir samráðingarfundi, men longu 9. apríl boðsendi Føroya Reiðarafelag Semingsstovninum. Tá høvdu partarnir bara havt tveir fundir við vanligum samráðingum - teir fundirnir vóru 21. mars og 8. apríl.

Í fyrstu syftu bað Semingsstovnurin partarnar um at leingja sáttmálan til seinasta fríggjadag, 24. apríl, á midnátt.

Semingsmaðurin hevur síðan roynt at funnið glottar, sum kundu verið grundarlag undir einum semingsuppskotið, men í kvøld metti hann altso, at tað var ov langt millum partarnar til at røkka nakrari skilagóðari loysn fyribils, og tí gavst hann við royndunum.

Sáttmálin gongur út á midnátt í annaðkvøld, 1. mai.


28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.
20 mar 2026
Nú ber aftur til, at tekna eina viðgerðartrygging hjá GJENSIDIGE.
19 mar 2026
Samráðingar­nar fyri fiski­skip­ini byrja í næstu viku
15 mar 2026
Gravgangur eftir brúgvakaffi
11 feb 2026
Captains Cottage
2 feb 2026
Í dag hava partarnir FSN og KAF handað sátt­mála­krøv­ini