Tíðindi

ITF Inland Navigation Conference í Panama

3 okt 2026

Panama setti karm um ráðstevnuna Jackeline Muñoz de Cedeño, arbeiðs- og arbeiðsmarknaðarráðharri í Panama (Ministra de Trabajo y Desarrollo Laboral), var umboð fyri panamensku stjórnina í sambandi við ráðstevnuna. Hennara luttøka gav fundinum eina týðiliga almenna og politiska tyngd og undirstrikaði týdningin av sosialum dialogi, sømuligum arbeiðskorum og samstarvi millum myndugleikar, arbeiðsgevarar og fakfeløg.

Arbeiðsrættindi, trygd og framtíðin hjá siglingini á áum og vatnleiðum

Panama City, 1.–2. oktober 2026

Panama setti karm um ráðstevnuna
Jackeline Muñoz de Cedeño, arbeiðs- og arbeiðsmarknaðarráðharri í Panama (Ministra de Trabajo y Desarrollo Laboral), var umboð fyri panamensku stjórnina í sambandi við ráðstevnuna. Hennara luttøka gav fundinum eina týðiliga almenna og politiska tyngd og undirstrikaði týdningin av sosialum dialogi, sømuligum arbeiðskorum og samstarvi millum myndugleikar, arbeiðsgevarar og fakfeløg.

Ráðstevnan savnaði fakfelagsfólk og umboð úr fleiri heimspørtum til tveir dagar við framløgum, kjaki og samtyktum um støðuna hjá teimum, sum arbeiða innan inland navigation – á áum, vøtnum, kanalum, ferjum, sleipibátum og øðrum innanlands vatnflutningi.

Trygd og arbeiðskor skulu síggjast í einum
Eitt av sterkastu boðskapunum var, at teknisk trygd ikki kann skiljast frá arbeiðskorunum hjá manningini. Í framløguni um ferjutrygd varð víst á, at ein sera stórur partur av deyðiligum ferjuvanlukkum hendir á innanlandsleiðum. Tí varð heitt á ITF og fakfeløgini um at arbeiða fyri bindandi trygdarreglum og sterkari altjóða samskipan. Løn, arbeiðstíð, hvíld, fatigue, útbúgving og ein góð trygdarmenning umborð eru alt partar av somu heild.

Ein altjóða arbeiðsstandardur fyri inland navigation
Eitt av mest grundleggjandi uppskotunum á ráðstevnuni var arbeiðið fram ímóti einum altjóða arbeiðsrættarligum instrumenti fyri starvsfólk í inland navigation. Ætlanin er at kanna, hvar verjan í dag er ov veik, og um eitt framtíðar instrument eigur at vera ein ILO-konventión, tilmæli, code of practice ella aðrar altjóða leiðreglur. Arbeiðs- og hvíldartíð, løn, bústaður umborð, mat og drekkivatn, arbeiðsumhvørvi, sosial trygd, felagsfrælsi og vernd móti harðskapi og happing eru millum evnini, sum skulu viðgerast.

Paraguay–Paraná og Amazonas
Stórur dentur varð lagdur á Paraguay–Paraná vatnleiðina og Amazonas. Fakfeløgini vilja hava sterkari arbeiðstakaraumboðan í regionalu stýringini av Paraguay–Paraná, dagføra gamla arbeiðslóggávu og fáa felags arbeiðsrættarligar meginreglur, sum kunnu forða social dumping. Í Amazonas skal ITF styrkja organiseringina, kortleggja arbeiðsmegina, siglingarleiðirnar og trygdarváðar og byggja eitt sterkari netverk millum fakfeløgini.

Organisering gjøgnum alla veitingarketuna
Latinamerika-framløgan vísti eina greiða nýggja strategi: tað er ikki nóg mikið at organisera eitt skip ella eitt einstakt arbeiðspláss. Fakfeløgini mugu arbeiða gjøgnum alla supply chain – frá inland navigation og havnum til jarnbreytir, vegaflutning og framleiðslu. Stórar fyritøkur innan korn, mineral, pappír og cellulose vórðu kortlagdar við tí endamáli at styrkja samstarvið millum fakfeløg og fáa størri ávirkan á løn og arbeiðskor.

River cruise, kvinnur og ung
Ráðstevnan tók eisini undir við sterkari organisering í evropeisku river-cruise vinnuni. ITF og ETF skulu byggja víðari á River Cruise Framework Agreement frá 2024 og arbeiða fyri fleiri limum, størri fakfelagsligari styrki og størri dekningi av kollektivum sáttmálum. Samstundis varð stórur dentur lagdur á kvinnur og ung: fleiri kvinnur skulu inn í operativ, teknisk og leiðandi størv, og arbeiðsplássini skulu vera trygg og frí fyri diskriminatión, harðskapi og harassment.

AI – arbeiðsfólkið skal vera við borðið
Nýggj tøkni og artificial intelligence vóru eisini á skránni. ITF hevur orðað átta prinsipp fyri AI í transporti. Kjarnin er, at fakfeløg og arbeiðsfólk skulu kunnast, hoyrast og kunna samráðast, áðrenn nýggjar skipanir verða settar í verk. Menniskjaligt eftirlit skal varðveitast í einari trygdarkritiskari vinnu, og arbeiðsfólk skulu hava rættindi til egnar data. Vinningurin av nýggjari tøkni skal eisini býtast rættvíst.

Ein greiður boðskapur úr Panama
Tveir dagar í Panama vístu, at inland navigation stendur framman fyri stórum broytingum. Tøkni, altjóða veitingarketur og nýggjar flutningsleiðir skapa møguleikar, men eisini nýggjar váðar. Boðskapurin frá ráðstevnuni var tí greiður: arbeiðsfólkið og fakfeløgini skulu ikki koma inn í tilgongdina aftaná. Tey skulu vera við frá byrjan – tá lóggáva, trygdarreglur, nýggj tøkni og framtíðar arbeiðspláss verða formað.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag fylgir hesum arbeiðinum við stórum áhuga, tí fleiri av evnunum hava beinleiðis samband við okkara egnu mál: trygd á sjónum, arbeiðs- og hvíldartíð, útbúgving og certifisering, verju av professionellum førleikum og rættin hjá fakfeløgum at vera við, tá framtíðar reglur verða gjørdar.


3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin