Tíðindi
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
Sum avtalað var, so byrjaði nýgg semingsroynd á KG Hotel tann 08.10.2026 á KG Hotel. Byrja var við felagsfundum har øll trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið saman við semingsstovninum " SS " tosaðu um ymisku viðurskiftini og hvussu semingin skuldi fara fram. SS innkallaði FSN og RF til fund, har í krøvini hjá FSN vóru gjørnumgingin og somuleiðis krøvini hjá FR. Eftir kl 23:00 tann 08.10.2026 boðaði SS frá, at ein steðgur bleiv til kl 09:00 dagin eftir. Seinni um kvøldið legði SS eitt uppskot til semju fram fyri partarnar FR og FSN til støðutakan, svarið skuldi vera Ja/nei og sendast til SS innan kl 22:00 sama kvøld. FSN bað um longda tíð til at koma við einum svarið og tað bleiv til kl 22:30. Partarnir møttust aftur kl 22:30 har FR boðaði frá, at FR góðtók uppskotið, men tað var móti teirra vilja, FSN boðaði frá at FSN góðtók IKKI uppskotið og slett ikki heldur. Síðani bleiv spurt inn til FSN hvat skuldi til fyri at vit kundu góðtaka uppskotið. FSN greiddi frá sínum sjónarmiðum og nakað kundi so koma uppá pláss men ikki nóg mikið og tað er oljan sum loyvdur frádráttur sum er stóri knúturin. Partarnir fóru hvør til sítt eftir hetta.