Tíðindi

Skiparar prógv á Sjónámi. Og Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðingar prógv á Sjónámi

27 jun 2020

Sjónám: Samstundis sum skipsatstøðarirnir fingu eisini 10 skiparar prógv á Sjónámi í gjár, hósdagin 25.juni. Ovast fv: Sjúrður Joensen, Steinberg, Regin á Rógvi, Julian Elisasen, Absalon í Gerðum. Niðast fv: Jóannes Egholm, Jákup á Reynatrøð, Andrias Steinberg, Jákup Eysturdal, Mathias Hammer. John Vernar Louisson væntar á myndini. Javnir við besta úrsliti vóru Jóannes Egholm, ið fekk manchetknappar frá Runavíkar Kommunu og Sjúrður Steinberg, ið fekk grindaknív frá Skipara og Navigatørfelagnum. Á øðrum plássi var Andrias Steinberg ið fekk eitt ur frá Vela-watch latið av Dávur Nielsen. Ídnisvirðisløn var ein e-bók latin av Betri Banka til Andrias Steinberg. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu umframt bæði Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum og Annfinnur Garðalíð formaður í Skipara og Navigatørfelagnum handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð. Eisini spældi Hanus G Johansen nakrar sangir eftir Pól F.


Myndarøð
19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð