Tíðindi
I dag bleiv nýggja Havransóknarskipið Jákup Sverri handaður
31 okt 2020
Í dag 31. 10 .2020 kl 11:00 bleiv nýggja Havransókanrskipið Jákup Sverri handaður til Føroya Landsstýrið. Í regninum í dag, so var væl av fólki møtt á bryggjuni á Skála í dag fyri at verða við til handanina av nýggja stásuliga skipinum. Talur vóru hildnar, og hornblástur var eisini, síðani bleiv skipið doypt.
Vegna skipasmiðjuna MEST, helt stjórin Mouritz Mohr talu, fyri Føroya Landsstýrið helt Fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard talu, og vegna Havstovuna, so helt Eilif talu. Eftir dóp og talur, so fóru tey umborð bodnu gestirnir umborð, og øll onnur vóru bjóða innar í byggihøllina til góða heita suppu, sum kom væl við í hesum illfýsna veðrinum, kaffi og køkur vóru eisini.
Myndarøð
19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíðini?
30 sep 2026
Semingsstovnurin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026