Tíðindi

Brúkarakanning hjá Tórshavn Radio

6 jan 2021

MRCC hevur heitt á FSN um at fáa hetta spurnarblað út til okkara limir. Vónandi vilja skiparar og stýrimenn sum handfarða hesi tól, verða so vinarligir, at svar nevndu spurningum og senda aftur til MRCC.

FSN fer at senda sjálvt Word document út til allar okkara limir, so tað kemur so víða sum møguligt. Svarast skal ja ella nei

Svari kann sendast til hesa post adr: MRCC@vorn.fo>

Brúkarakanning fyri tænastur hjá Tórshavn Radio.

Lurta tit eftir veðurvánunum frá Tórshavn Radio ja Nei

Lurta tit eftir siglingarávaringum frá Tórshavn Radio

Lurta tit eftir vindávaringum frá Tórshavn Radio

Hevur skipið Navtex

Verður veðrið móttikið og brúkt frá Navtex-inum

Verða vindávaring móttiknar frá Navtex-inum

Verða siglingarávaringar móttiknar á Navtex-inum

Stendur Navtex-urin tendraður

Hevur skipið altíð ein VHF standandi á rás 16

Verður DSC test uppkall gjørt fyri at kanna skipanina

Hoyrist Tórshavn Radio væl undir vanligum umstøðum

Verður heimasíðan hjá Vørn nýtt til at útvega uppl.

Hetta er ein brúkarakanning og einki annað. Vinaligast svarið beint sum er. Tað eru nøkur ár síðani, vit seinast gjørdu eina slíka kanning. Hava tit viðmerkingar ella hugskot, skrivið nakrar reglur her:

 

 
 

 
 

 
 


19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð