Tíðindi

Føroya Skipara-& Navigatørfelag fer at gera síni krøv galdandi viðvíkjandi skiparum og stýrimonnum umborð á Norðhavinum

19 jan 2021

Tíðindaskriv

Tórshavn, 19. januar 2021

Í tíðindunum í dag á miðdegi hoyrdu vit at :

Fiskimálaráðið hevur nú fingið endurgjaldskravið frá Northwest Pelagic. Og tað er stórt, 80 milliónir krónur.

Harafturat koma 19.000 tons av uppsjóvarfiski, har nógv tað mesta er svartkjaftur, meðan restin eru sild og makrelur.

Hetta er gjørt, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppboðssølunum, sum vóru, sigur reiðarin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Føroya Skipara- & Navigatørfelag ger vart við, at um felagið Nortwest Pelagic fær viðhald í endurgjaldskravinum, so gera vit okkara krøv galdandi vegna skiparar og stýrimenn, ið somuleiðis hava mist stórar inntøkur. Kravið verður stilla eftir, hvørt Nortwest Pelagic møguliga fær í endurgjald.

Kravið fyri skiparar og stýrimenn verður eitt stað millum 7-9 milliónur krónur.

Misti veiðiloyvið Felagið misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur.

Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020.

Felagið hevur nú kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi. Fiskimálaráðið og Northwest Pelagic fara at hava fund um endurgjaldskravið.


3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin