Tíðindi

Semingsstovnurin komin upp í samráðingarnar millum FSN & KAF

5 mar 2021

SEMING: Mikudagin 2. desember 2020 handaðu sáttmálapartarnir ynskini til hvønn annan. Talan er um sáttmála fyri havnaumsjónarfólk og havnameistarar.

Tað hava verið tveir samáðingarfundir, men so varð kommunuval, og partarnir ynsktu at útseta samráðingarnar til KAF – Kommunala Arbeiðsgevarafelagið – hevði skipað seg eftir valið.

Men COVID sigst at vera eitt skilnaðarskott í samráðingunum. KAF brúkar tíðarrokning fyri COVID og eftir COVID. Tað vil siga, at tey sum koma til samáðingar eftir COVID. muga taka til takka fyri við eini lægri lønarhækking, enn tey sum samráddust áðrenn COVID. Hetta góðtekur FSN sjálvandi ikki.

Eftir ætlan fara partarnir at frætta frá Semingsstovninum í dag.

FSN varðar av Fuglafjaðrar havn, og Runavíkar Havn og Tvøroyrar havn.


19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð