Tíðindi

Semja millum FSN og KAF

11 mar 2021

AVTALA: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020.

Partarnir hittust á fundi fyrstu ferð hin 2. desember 2020 og eftir nakað av fundarvirksemi varð Semingsstovnurin boðsendur.

Talan er um ein tvey ára sáttmála, ið byggir á eina samlaða lønarhækkan á 3,3%.

Lønarhækkanin fer fram 1. januar 2021 og 1. januar 2022.

Á myndini koronaheilsast Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN, og Pauli Trond Hansen, formaður í KAF. 


19 okt 2026
Umsóknarblað til Hjálpargrunnin Fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn
8 okt 2026
Semingsroyndin sum byrjaði á Hotel KG miseydnaðist.
3 okt 2026
ITF Inland Navigation Conference í Panama
30 sep 2026
Hvør skal føra skipini í framtíð­ini?
30 sep 2026
Semingsstovnu­rin hevur boða frá, at semingsroynd verður tikin upp aftur í oktobur
26 aug 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi
31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð