Tíðindi

Vanvirðislig viðferð av manningum

23 mar 2021

Manningarnar, ið rinda ein stóran part av tilfeingis- og uppboðssølugjøldunum, hava einki umboð í arbeiðsbólkinum, sum skal koma við uppskoti til eina nýggja skipan til eitt yvirskotsgrundað gjald, ið tekur hædd fyri rakstrarútreiðslunum hjá skipunum. Hinvegin hava reiðararnir heili trý umboð í arbeiðsbólkinum. Hetta er ógvuliga átaluvert, heldur Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

At landsstýrismaðurin í fíggjamálum hevur sett ein arbeiðsbólk umboðandi vinnu og fyrisiting, sum skal koma við einum uppskoti um nýggja skipan til eitt yvirskotsgrundað gjald, ið tekur hædd fyri rentuútreiðslum, oljuútreiðslum og fiskaprísi, uttan at taka nakað umboð fyri manningarfeløgini við í hetta arbeiðið, er bæði vanvirðisligt og átaluvert.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og vísir á, at júst manningarnar rinda ein stóran part av teimum gjøldum, sum verða tikin inn.

- Eg undrist stórliga yvir, at tveir persónar frá Reiðarafelagnum og ein frá Felagnum Nótaskip eru við í bólkinum, og einki umboð fyri manningarfeløgini. Okkara limir rinda ein stóran part av tilfeingis- og uppboðssølugjøldunum, men vit skulu einki hava at siga, tá ræður um at gera eina nýggja skipan. Hetta líkist ongum, og tað vil eg staðiliga átala, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Formaðurin vísir á, at undan løgtingsvalinum varð nógv tosað við manningarfeløgini um bæði eitt og annað.

- Nú eru vit sum luft fyri øllum pørtum. Hetta finna vit okkum als ikki í, sigur Annfinnur Garðalíð, ið somuleiðis staðiliga átalar, at tíðin at geva hoyringssvar er órímuliga stutt.

Í arbeiðsbólkinum hjá fíggjarmálaráðharranum eru umboð fyri Fíggjarmálaráðið, TAKS, Vørn, Reiðarafelagið og Felagið Nótaskip, men altso einki umboð fyri manningarfeløgini


16 apr 2021
Sjómaðu­rin skal haldast uttan fyri tilfeingisgjald
24 mar 2021
Sjómenn eiga skjótast at fáa tilboð um koppseting
23 mar 2021
Vanvirðis­lig viðferð av manningum
11 mar 2021
Semja millum FSN og KAF
5 mar 2021
Semingsstovnu­rin komin upp í samráðingar­nar millum FSN & KAF
24 feb 2021
2 ára sáttmáli millum yvirmanningarfeløg­ini undirskrivaður í dag
9 feb 2021
Manningarfeløg­ini og RFH komu saman í morgun í Vinnuhúsi­num og handaðu sátt­mála­krøv
22 jan 2021
Prógvhandan á Vinnuháskúla­num í dag