Sjúka ella skaði

Fíggjarligur stuðul við sjúku ella skaða

Niðanfyri sæst møguleiki fyri fíggjarligan stuðul við sjúku ella skaða.

Hjálpargrunnurin

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er grunnur settur á stovn í 1938, við tí endamálið at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum stuðul. 

Virksemi grunsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðuni. 

Grunnurin hevur eisini sum endamál, at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri. Og at veita fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.

At veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.

Trygdargrunnurin

Galdandi fyri skiparar og stýrimenn

Trygdargrunnurin veitir mynstraðum skipara ella stýrimanni sjúkratrygd, um teir fara sjúkir í land, og hetta verður váttað av skipara og lækna. Sjúkratrygdin er frá 1. mai 2015 kr. 567,41 um dagin umframt frítíðarløn. Sjúkratrygdin kann veitast í mesta lagi í 75 samfeldar dagar og í mesta lagi 180 dagar í einum álmanakkaári. 

Innlatingarfreistin er 60 dagar og freistin fyri fyrstu læknaviðtalu er 14 dagar eftir heimkomu. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at tíðarfreistirnar verða hildnar. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til Trygdargrunnin tlf. 353020 og kunnu eisini heintast á heimasíðuni hjá Trygdargrunninum her 

Altumráðandi at geva gætur:

Umsøkjarin skal hava verið hjá lækna í seinasta lagi 14 dagar eftir, at hann er afturkomin av skipi, og umsóknin skal vera Trygdargrunninum í hendi í seinasta lagi 60 dagar eftir heimkomu. 

Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at tær lógarásettur tíðarfreistirnar verða hildnar. Er óarbeiðsføri íkomið á ómynstraðum túri, ella heima millum túrar, verður mælt til at venda sær til Almannaverkið. 

Varir sjúkan longri enn 75 dagar, tekur dagpeningaskipanin hjá Almannaverkinum við fram til 40 vikur frá 1. fráverudegi, frá tí sjúkan byrjaði.

Dagpeningaskipanin gevur kr. 3.916,- um vikuna íroknað frítíðarløn, men munurin upp til minstuløninia verður goldin av Trygdargrunninum, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur saman við hinum manningarfeløgunum. 

Sí nærri á www.trygdargrunnurin.fo.

Sjúkur heima

Tá navigatørur gerst sjúkur heima

Tá skipari ella stýrimaður gerst sjúkur heima, kemur hann undir dagpeningaskipanina hjá Almannaverkinum, um hann kann fáa váttan um inntøkutap. Frá dagpeningaskipanini fæst dagpeningur í upp til 20 vikur í einum 6 mánaðarskeiði, tó hægst 40 vikur í einum 12 mánaðarskeiði. Goldið verður frá 1. degi. Hægsta upphæddin er kr. 4.317 um vikuna íroknað frítíðarløn, men munurin upp til minstuløn verður goldin av Trygdargrunninum, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur saman við hinum maningarfeløgunum tó max. 20 %.

Serliga fyri dagpeningaskipanina er umráðandi at søkja skjótast gjørligt og innan freistina, sum er sett til 30 dagar. Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnarfelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka. Umsóknarbløð til sjúkradagpening kunnu heintast her 

Við sjúku longri enn 140 dagar:

Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 140 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella framskundað fólkapensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannaverkið og hennara deildir. 

Sí nærri á www.av.fo.

Tá skiparar og stýrimenn gerst sjúkur ella skaddur

TÁ Navigatørur GERST SJÚKUR ELLA SKADDUR
Navigatørar við føroyskum fiskiskipi, sum verður óarbeiðsførur vegna sjúku ella skaða, hevur rætt til sjúkradagpening og tá skal umsókn sendast til Almannaverkið.

Umsóknarfreist
Freistin til lata inn umsókn um dagpening í samband við sjúku og skaða er í seinasta lagi 60 dagar aftaná fyrsta fráverudag. Kemur umsóknin inn seinni, verður dagpeningur veittur frá tí degi, umsóknin er móttikin. Tó kann, um serligar orsøkir tala fyri tí, víkjast frá 60 daga freistini. Sum serligar orsøkir er at rokna uttanífrá komandi hending, sum umsøkjarin ikki hevur ræði á og sum í avgerandi mun hevur forðað fyri, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
Umsóknarbløð eru at finna her 

https://av.cdn.fo/media/1174/vattan-inntokuvattan_sjofolk_dp100_2018.pdf?s=dQ5qr0TCirCieMqMXqcXlbAVYFs

 

Rætturin til dagpening
§ 7. Tann, ið seinastu 13 vikurnar undan sjúkrafráveruni hevur verið í løntum arbeiði í minst 120 tímar tilsamans, hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi. Lægri tímatal kann í serligum førum brúkast um tað verður prógvað, at starvssetanin skuldi halda fram. Sí meira um rættin til dagpening á av.fo

Veitingargrundarlag
Dagpeningur verður í høvuðsheitum veittur í mun til inntøku seinastu fimm vikurnar undan fráveru. Arbeiðsgevarin eigur at greiða frá, um arbeiðsumstøðurnar í hesum tíðarskeiði eru ávirkaðar av serligum viðurskiftum. Um serlig viðurskifti eru, kann annað umboðandi grundarlag gevast, saman við frágreiðing um hetta. Persónur, ið vildi havt rætt til gjald úr ALS, um hann ikki gjørdust óarbeiðsførur, kann hava rætt til dagpening.

Ískoyti frá reiðara. Sáttmálin § 22, stk. 15
Verður ámynstraður skipari ella manning óarbeiðsførur, orsakað av arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingingarlógini, hevur reiðari skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina smb. grein 9, stk. 2 í dagpeningalógini og minstuløn sambært kunngerð um inntøkutrygd. Gjaldsskyldan hjá reiðara stendur við, inntil skipari ella manning aftur er førur fyri at arbeiða, tó í mesta lagi í 30 dagar.

Læknaváttan
Í samband við dagpeningaumsókn er læknaváttan neyðug. Í samband við skaða í arbeiði eigur Vanlukkutryggingin altíð at verða fráboðað.

Aldursmark
Rætt til dagpening hava persónar frá tí degi, teir eru vorðnir 16 ára gamlir. Hesin rættur dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón, fólkapensjón ella er fyltur 70 ár.

Ein nýggj skipan er eisini, at dagpeningur verður goldin til tey, hvørs børn ella hjúnarfelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett neyðugt, at persónurin er um tann sjúka. 
Umsóknarbløð til sjúkradagpening kunnu heintast her

Við sjúku longri enn 140 dagar:
Hjá teimum, sum eru sjúk longri enn 140 dagar, eru møguleikarnir forsorgarskipanin, avlamispensjón ella framskundað fólkapensjón. Her eiga fólk at venda sær til Almannaverkið og hennara deildir.

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn
Grunnurin kann veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.
Umsókn kann útfyllast her
Eisini ber til at heinta umsóknarblað í PDF formati niðanfyri.