Tíðindi

Sjómenn eiga skjótast at fáa tilboð um koppseting

24 mar 2021

Føroya Skipara- og Navigatørfelag heldur, at føroyskir sjómenn, sum sigla uttan fyri Føroyar og noyðast at ferðast gjøgnum onnur lond til og frá arbeiði, eiga skjótast gjørligt at fáa tilboð um koppseting móti korona. Áheitan er tí send Løgmansskrivstovuni um at skipa soleiðis fyri, at hesir kunnu lata seg koppseta skjótast møguligt.

Tá tú ert noyddur at ferðast ígjøgnum onnur lond fyri at røkja títt arbeiði, so eigur tú at fáa tilboð um at verða koppsettur móti korona skjótast gjørligt. Tað heldur Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum hevur sent Løgmansskrivstovuni eitt bræv við eini áheitan um beinanvegin at geva útisiglandi sjómonnum tilboð um koppseting.

- Sjómenn, sum sigla við útlendskum skipum, ella har skipini ikki koma til lands í Føroyum, eru í eini serligari støðu, tí teir mugu ferðast gjøgnum onnur lond fyri at røkja sítt arbeiði. Tí eiga teir beinanvegin at fáa tilboð um koppseting, so teir eins og allir føroyingar herheima kunnu flyta seg frítt runt, tá teir koma heim til familjuna at halda frí, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Felagið heldur, at sum støðan er nú, brúka hesir sjómenn órímiliga nógva tíð í teirra frítíð at vera í sóttarhaldi, til teir eftir seks døgum kunnu verða staðfestir smittufríir. Talan er um føroyingar, sum vinna nógvan pening til landið, og hesum átti landið at lønt teimum aftur á henda hátt.

Áheitanin á politiska myndugleikan merkir sjálvandi ikki, at útisiglandi sjómenn ikki eins og onnur skulu testast, tá teir koma heim úr útlandinum. Bert at teir við eini koppseting kunnu vera frítiknir fyri at brúka seks dagar í sóttarhaldi, hvørja ferð teir koma heim.

Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag vónar, at løgmaður fer at taka stig til at gera útisiglandi sjómonnum støðuna lættari, við skjótast at veita teimum tilboð um koppseting.


26 apr 2022
Semja gjørd millum FSN og FR
11 apr 2022
FSN var sinnað at framleingja sáttmálan millum FSN og FR, men FR takkaði nei
7 apr 2022
Semingsroynd millum FSN FR eru byrjaðar
30 mar 2022
Sáttmálasam­ráð­ingar­nar millum Føroya Skipara-& Navigatør­felag og Føroya Reiðara­felag slitnaðar
22 mar 2022
Manningarfeløg­ini verði saman í dag viðv sáttmálasam­ráð­ingunum
3 mar 2022
Handan av sátt­mála­krøvum
21 jan 2022
Prógvhandan á Vinnuháskúla­num 21.02.2022
21 jan 2022
Prógvhandan á Sjónám tann 20.01.2022