Tíðindi

Landsstýrið sær burtur frá veruleikanum og lýpur feløg um

8 jun 2021

POLITIKKUR: So hendi aftur. Enn ein landsstýrismaður sær millum fingrar við at taka manningarfeløgini við upp á ráð, tá ræður um broytingar av ásetingum, sum viðkoma hjá føroyskum sjófólki.

Vit hava sæð tað fyrr, og nú síggja vit tað aftur. Tað er beinleiðis átaluvert, at manningarfeløgini enn einaferð eru lopin um, tá politiska skipanin fremur broytingar viðvíkjandi viðurskiftinum hjá føroyskum sjófólki.

Tað eru uttan iva fleiri góðar broytingar, sum eru lýstar við kunngerð, men tá tað er sagt, so eru tað fleiri punkt sum rætt og slætt ikki kunnu fremjast í veruliga lívinum umborð á einum føroyskum fiskiskipi. Her átti landsstýrismaðurin í vinnumálum sjálvandi at tikið manningarfeløgini við upp á ráð.

Nøkur av punktunum eru ásett í sáttmála, meðan onnur standa í sjómanslógini. Sostatt er tann einstaki fiskimaðurin hampuliga væl dekkaður, men ikki nóg væl. Viðurskifti, ið landsstýrismaðurin sjálvandi átti at ráðført seg um hjá manningarfeløgunum.

Bæði Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag vóru umlopin, tá landsstýrið setti ein arbeiðsbólk at viðgera tilfeingisgjaldið á ymsu fiskasløgunum. Meðan vinnan fekk fleiri umboð í arbeiðsbólkin, varð einki umboð fyri manningarfeløgini. Hetta kunnu vit ikki annað enn tulka sum um, at tilfeingisgjøld ikki hoyra heima á okkara borði, og at arbeiðsgevarin eigur tað púra einsammallur og rindar 100 prosent sjálvur. Sostatt ber ikki til at banka upp á dyrnar hjá fagfeløgunum við tí stóra hattinum í hondini og vænta sær nakran skilling frá manningini.

Aftur nú, tá kunngerðin um hvílitíð hjá skipara og manning annars er gjørd og lýst, eru manningarfeløgini umlopin. Í triðja lagi er kunngerðarbroyting gjørd við skrivligum setanaravtalum fyri føroysk fiskifólk. Heldur ikki her eru vit eftirspurd, hóast vit heilt givið vóru komin við nøkrum ískoytum til kunngerðina. Men vit skuldu bara ikki – tilvitað ella ótilvitað frá politiskari síðu – takast við upp á ráð.

Reinar gummiparagrafir

Tá ræður um kunngerðina um hvílitíð stendur í grein 3 stk. 1. "Sjófólk skulu hava regluliga hvílutíð, ið er so
mikið long, at heilsa og trygd teirra er vard."  Har er tað, at vit sum felag spyja, hvør tað er, sum skal meta um hetta punktið og skilmarka, at hvílutíðin er so mikið long.

Eisini er grein 4 rættiliga óítøkilig, har tað stendur, at sjófólk, sum verða áløgd arbeiði í ætlaðum hvílutíðarskeiði, skulu hava hvílutíð aftur beinanvegin, eftir at íkomnu viðurskiftini eru hildin uppat. Her er tað vit spyrja, hvør skal fylgja hesum upp? Í øðrum lagi, um talan kann gerast um økt manningartal við tí úrsliti, at inntøkan fyri hvønn mannin verður skerd?

Grein 5 er eisini sjálvmótsigandi, tí hon ásetur hvílutíð á 9 tímar við einum hvílutíðarskeiði millum klokkan 24 og 05. Her eru jú bert 5 tímar at taka av, so hetta tykist rættiliga meiningsleyst.

Í Føroya Skipara- og Navigatørfelag síggja vit hesar broytingar sum tær reinu gummiparagrafir við ógvuliga illa frágingnum ásetingum, ið ikki taka støði í veruleikanum umborð á okkara fiskiskipum.

Vinarliga
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður

 


5 apr 2024
Her kanst tú rita inn á MÍTT LÍV
28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi