Tíðindi

Próvhandanir á Vinnuháskúlanum

24 jun 2021

PRÓGV: Í dag fór próvhandan fram á Vinnuháskúlanum í Havn, har 4 skiparar, 15 skipsførarar og 7 maskinmeistarar fingu handað prógv. Ikki allir kundu vera til staðar, men sótu í sóttarhaldi, tí skúlin hevur verið raktur av koronu. Sum siðvenja hevur verið, handaði formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag næmingi við besta próvtali ein sektant í gávu. Í ár gjørdist tað til tveir sekstantar, tí tveir næmingar lógu ájavnir hvørjum øðrum við besta próvtali.

Skráin fyri hátíðardagin á Vinnuháskúlanum, har nýggju skipararnir, skipsførararnir og maskinmeistararnir fingu handað prógv, var, at fyrst varð “Føroyar, tá sólin” sungin sum felagssangur. Síðani bjóðaði Símun Poulsen, stjóri á skúlanum væl komin og flutti fram røðu. Eftir hetta framførdi Hallur Joensen saman við sínum tónleikarum tríggjar sangir, og síðani vórðu prógvini handaði og gávur latnar teimum við bestu próvttølunum.

Millum tey, sum handaðu gávur og helt røðu, var Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Í røðu síni segði hann millum annað:

“Hjartaliga til lukku tit øll við tykkara stóra avriki í dag. Eftir nógv baks við konronu, er dagurin komin, har tit hava fingið prógvini handaði og sita nú við eini góðari kenslu. Eg gleðist um at síggja, at vit enn einaferð hava eina kvinnu millum tykkum, sum hava fingið prógv. og hava ætlanir um at koma á hægstu rók, sum tað lóggevandi og útinnandi valdið umborð á einum skipi. Tað er ikki nøkur einføld uppgáva at hava leiðsluna umborð.

Hetta at seta í respekt, og at verða virdur krevur sín persón. So góðu tit, ansið væl eftir, blívið ikki hástór, men møtið tí einstaka umborð í eygnahædd og verið eyðmjúk. Minnist til, at sum menniskju eru vit so ymisk.

Vit hava mangan hoyrt hetta við líka løn fyri líka arbeiði. Sjálvur minnist eg, tá munur var á lønarviðurskiftunum millum mann og kvinnur, har eitt nú mamma mín fekk lægri løn enn pápi fyri sama arbeiði.

Hetta lótu kvinnurnar sær tíbetur ikki lynda, men fóru til verka og kravdu sín rætt. Tær vunnu stríðið, og í dag hugsa vit ikki annað um hetta, at tað er tað einasta rætt, at kvinnan hevur somu rættindi og fær somu løn, sum ein maður.

Eitt annað dømið snýr seg um kvinnur á ting, og í dag eru tær ikki so fáar í bæði Løgtingi og landsstýri, eins og í kommupolitikki.

Sjálvur gekk eg í barnaskúlanum í Vestmanna, har ein av floksfeløgum mínum, Ingerð Klein Olsen, í dag er kapteinur umborð á stóra cruiseskipinum, Queen Elisabeth.

Eg vil enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku og siga tykkum, at tit altíð eru væl komin inn á gólvið hjá okkum uppi í felagshúsinum til eitt prát, ella bara ein kaffimunn. Vit eru sjálvandi ógvuliga errin av tykkum og vóna at síggja tykkum haruppi,” endaði Annfinnur Garðalíð røðu sína á Vinnuháskúlanum.

Tiltakið við próvhandanini endaði við, at øll tey hjástøddu saman sungu tjóðsangin.

 


5 apr 2024
Her kanst tú rita inn á MÍTT LÍV
28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi