Tíðindi

Fiskiskip mugu sleppa at landa uttanlands

1 jul 2021

FISKAPRÍSIR: Tað kostaði manningini á Vágasteini tveir triðingar av hýruni og harvið fingu teir bert minstuløn, tí teir ikki sluppu at landa veiðina undir Eysturgrønlandi aðrastaðni enn í Føroyum. Hetta er átaluvert, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð. Hann er samdur við skiparanum á Vágasteini í, at skipini eiga at hava møguleikan at sleppa at landa uttanlands.

Komnir av góðum túri undan Eysturgrønlandi við 81 tonsum av toski og hýsu, lá tað dagin fyri til, at Vágasteinur fór at fáa upp ímóti 30 krónum fyri kilo av toski og hýsu. Dagin eftir var prísurin tó fallin við meira enn einum helmingi, ella niður í umleið 14 krónur kilo.

Skiparin á túrinum, Tórhallur Jacobsen, stendur spyrjandi, hvussu slíkt kann bera til. Hann heldur, at tað nærum bert kann vera tí, at ov tætt eigarasamband er millum virkini og skipini í Føroyum, at ráfiskaprísurin brádliga kann taka eitt slíkt dykk og gerast so lágur.

Úrslitið av túrinum gjørdist, at frá at hava sæð fram til eina hýru á upp í 70.000 krónur til hvønn av manningini, datt manningaparturin niður á 25.000 krónur. Nakað, ið svarar til minstuløn yvir teir 20 dagarnar, sum skipið var burtur í maimánaði.

Loysnin kann einans vera, at skipini sleppa at landa uttanlands. Um so var, hevði prísurin verið umleið 30 krónur fyri hýsuna, og umleið 25 krónur fyri toskin. Hetta um Vágasteinur var sloppin at landa í Íslandi, Noregi, Skottlandi ella í Danmark.

Vágasteinur liggur í løtuni, tí manning fæst ikki umborð aftur, og hetta skilir skiparin væl.

- Tað er ikki løgið, at tað er so torført at fáa manning, tá viðurskiftini eru so vánalig. Eingin tímir slíkt, sigur Tórhallur Jacobsen, ið síðani hevur fingið hýru umborð á einum grønlendskum nótaskipi sum stýrimaður.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, er samdur við nú fyrrverandi skiparanum á Vágasteini, at okkurt má gerast við hesi viðurskiftini.

- Øll vita tað, at línuflotin hevur tað nóg torført frammanundan. Vit kunnu tí ikki blíva við at tvinga føroysku skipini at landa í Føroyum, tá prísurin er so óstøðugur og lágur, sum hann vísir seg at vera. Tey mugu sjálvandi fáa loyvi at landa aðrastaðni, so bæði manning og skip fáa tann prísin, sum ein fríur marknaður vil rinda teimum fyri rávøruna. Hetta monopolið við tvangslandingum í Føroyum hoyrir ongastaðni heima, sigur formaðurin hjá skiparum og navigatørum.

(Mynd: Hvannrók)


28 mar 2024
Føroya Skipara-& Navigatør­felag ynskir okkara sjófólki ætt vinum kenningum einar gleðiligar páskir.
24 mar 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Múllers Pakkhúsi
24 mar 2024
Eldur í skipið á víðum havi var ringasta hending
14 mar 2024
Sáttmáli undirskrivaður millum KAF og FSN
7 mar 2024
Dómur fallin. Tann sum skal valda, skal gjalda
20 feb 2024
Semingsstovnu­rin boðsendur
10 feb 2024
Góð uppmøting til Brúgvakaffi
7 feb 2024
Bjóða verður inn til Brúgvakaffi