Tíðindi

Kringvarpið á vitjan

30 sep 2021

Í morgun vitjaði Kári Sólstein frá morgunsendingini í útvarpinum á Føroya Skipara- og Navigatørfelag, har hann gjørdi beinleiðis samrøðu við Annfinn Garðalíð, formann í felagnum. Høvið var Altjóða Maritimi Dagurin hjá IMO, ið stendur fyri International Maritime Organisation, sum verður hildin í dag.

Í morgunsendingini greiddi Annfinnur Garðalíð frá ymiskum viðurskiftum og umstøðum, sum sjómenn virka undir. Serliga hevur verið torført hetta seinasta hálvtannað árið hjá nógvum sjómonnum, tí teir ikki eru slopnir at ferðast, sum teir hava viljað millum heimið og skipið orsakað av koronufarsóttini. Tað er komið fyri, at sjófólk, ið eru von við at vera í mesta lagi fýra vikur umborð, ikki eru sloppin heim í eitt heilt ár.

IMO hevur í sambandi við maritima dagin heitt á limalond um at luttaka við at lýsa upp í bláum søguligar almennar bygningar, hús, brýr, skip, søvn, søgulig støð og onnur pláss og støð. Eisini bygningurin hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelagnum varð lýstur upp í gjárkvøldið og verður tað aftur í kvøld.

- Føroya Skipara og Navigatørfelag luttekur sjálvandi á degnum og vit halda hetta verða eitt frálíkt hugskot og vóna, at onnur eisini taka hendan dagin til sín. Tørvur er á at seta fokus á føroyska sjóvinnu og at vísa umheiminum, at vit standa saman um mál á sjónum, sigur Annfinnur Garðalíð.

Møguleiki er at hoyra beinleiðis innslagið við Annfinni Garðalíð frá morgunsendingini á hesum leinki:
https://kvf.fo/gmf?sid=129285.

 


31 jul 2026
Tíðindaskriv frá IFSMA
20 jul 2026
Skrivstovan stongd vegna summarfríð
24 jun 2026
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
17 jun 2026
Brúgvakaffi nú fríggja­dagin
8 jun 2026
IFSMA newsletter 101 june 2026
28 apr 2026
Semingsstovnu­rin hevur kastað frá sær
28 apr 2026
I dag tann 28.04.208 byrjaði semingsroyndin millum manningarfeløg­ini og Føroya Reiðara­felag.
23 apr 2026
Innbjóðing til Brúgvakaffi.